Lat okkum ikki gera sama mistak eina ferð afturat

Býráðslimir í Havn vilja heldur byggja nýtt enn at umbyggja gamalt

Lat okkum ikki endurtaka sama mistak eina ferð afturat. Tað er áheitanin frá teimums seks býráðslimunum í minnilutanum í Tórshavnar býráð, á meirilutan í býráðnum.

 

Býráðið ætlar at leiga bygningin á hjá Betri samtakinum á Smyrilsvegi í Havn, til læknamiðstøð til seks kommunulæknar. Men tað mæla teir seks býráðslimirnir frá, tí teir mæla heldur til, at ein nýggj læknamiðstøð verður bygd til endamálið. 

 

Teir hugsa um eina læknamiðstøð sum hana í Gundadali. Teir seks býráðslimirnir hava fingið at vita, at tað fer at kosta einar 30 milliónir at byggja bygningin á Smyrilsvegi um til læknamiðstøð og at tað er óvist, hvussu stóran part av hesum, Tórshavnar Kommuna skal bera.

 

Men bindur kommunan seg til at leiga húsið í 15 ár, fer tað at kosta kommununi 42 milliónir krónur, umframt tann partin av umvælingini, kommunan skal rinda.

 

Teir vísa á, at hølini í Miðlon, sum eru umbygd til læknaviðtaluhøli, og sum kommunan leigar eru ikki nøktandi. Tað sigst at tað hoyrist ímillum viðtaluhølini og tað er ikki nøktandi fyri læknarnar, sum arbeiða har, siga tey. 

 

– Lat okkum tí ikki endurtaka sama feil, at leiga og umbyggja eina ogn, sum vit ikki eiga, og ikki er bygd til endamálið, siga teir seks býráðslimirnir Annfinn Brekkstein, Helena Dam á Neystabø,Tróndur Sigurðsson, Halla Samuelsen, Bjørghild Djurhuus og Heðin Mortensen 

 

Tí mæla teir til at sleppa ætlanini og at byggja eina nýggja læknamiðstøð í staðin. So fáa vit ein nýggjan bygning, sum er bygdur til endamálið, siga tey. 

 

Og tey vísa eisini á, hvar hon skal byggjast, og tað er á einum stykki á Oknavegi, beint við høvusætið hjá BankNordik, at kommunan eigur eitt stykki, sum kann takast til endamálið. Ein annar møguleiki er at byggja nýggja læknamiðstøð í Hoyvík, leggja tey afturat.

 

Tey hava fingið upplýst, at ein slík læknamiðstøð kann byggjast fyri einar 20.000 krónur fermeturin, og tá er alt við, uttan innbúgvið. 

 

Vit hava brúk fyri læknum og tað er umráðandi at teirra arbeiðsumstøður eru av teimun bestu, siga teir seks býráðslimirnir.