Í morgun um 7:15 tíðina varð boðað frá grind við Sørvág. Men har er ikki serliga nógv at koma eftir.
Har eru bara nakrir heilt fáir hvalir, og hon verður ikki hildin til, sigur Finnbogi Midjord, sýslumaður. Einir 3 hvalir koma undan av og á.
Hatta er allarhelst talan um ein lítlan bólk, sum slapp frá grindini, sum legði beinini í Sandavági í gjár. Seðlarnir til hesa grindina komu út í morgun.