Latið flogvøllin verða verandi

Tað er eingin grund til at flyta flogvøllin úr Vágum, heldur flogskipari, sum regluliga hevur flogið til Føroya síðan 1970. Tað kostar nógv, og vindur er eisini aðrastaðni í Føroyum, vísir hann á

Flogferðsla

Flogvøllurin:
Tað er eingin grund at leggja flogvøllin aðrastaðni enn har, hann liggur í dag, sigur Dan Johnson, flogskipari hjá Maersk Air, sum hevur fogið til Føroya síðan 1970.
Tað er rætt, at tað er vindhart viðhvørt, her vøllurin er, ásannar hann. Men tað er tað eisini aðrastaðni. Bæði í Føroyum og uttanlands, og slíkum mugu vit so hava fyrilit fyri. Júst á sama hátt, sum gjørt verður á sjónum, vísir royndi, danski flogskiparin á.
Dan Johnson, flogskipari hjá Maersk Air, lendi seinasta leygardag fyri seinastu ferð í Føroyum við rutuflogfarinum úr Keypmannahavn. Hann fer nú frá við eftirløn.
Dan Johnson greiðir frá, at hann fleyg fyrstu ferð til Føroya sum stýrimaður í 1970. Síðan fleyg hann av og á, til Maersk Air byrjaði regluliga flúgving 1. mars 1971.
Fyrsta túrin sum flogskipari fleyg hann við einum Fokker Friendship tann 20. oktober 1972, og hevur hann síðan flogið regluliga á Føroyarutuni hesi 30 árini, sum farin eru síðan tá.
Dan Johnson er ivaleyst tann, sum longst hevur flogið regluliga upp á Føroyar. Hann heldur ikki, at flogvøllurin í Vágum er ótryggari enn aðrir flogvallir.
?Um so var, varð hann ikki góðkendur til ferðafólkafluting, vísir hann á.
?Tað er greit, at tá flúgvast skal inn gjøgnum ein fjørð, sum gjørt verður her, verða vindviðurskiftini eitt sindur serlig. Tað eiga vit at vita og rokna við, eins og vit eiga at hava virðing fyri tí, sigur hann.
Men at flyta vøllin úr Vágum og leggja hann aðrastaðni í Føroyum sær hann ikki sum nakra góða loysn. Bæði tí at veðurlíkindini eru ikki so øgiliga ólík á ymsum støðum í Føroyum, og tí at tað er sera dýrt at gera ein nýggjan vøll, vísir hann á.
Dan Johnson sigur, nú hann gevst, at hann minnist ikki aftur á nakran serliga túr soleiðis. Onkrir vánaligir hava verið, men eingin, sum hevur verið so burturúr, at hann kann peika á nakran ávísan.
Nú hann gevst at flúgva, fer Johnson, sum tey nevna hann á flogvøllinum í Vágum, at sigla. Hann eigur seglbát, greiðir hann frá, og við honum fer hann nú fyrst til Karibia og síðan út í Kyrrahavið. So fer tíðin at vísa, hvar hann endar, sigur hann.