Latið okkum stuðla hóvligu muslimunum

Tað vóru hugalig tíðindi at frætta í fleiri av stóru altjóða miðlunum í vikuni, tá ein framstandandi og nógv virdur lærdur muslimur fyri opnum sjónvarpsskíggja kunngjørdi eina FATWA móti øllum muslimskum terroristum. At kunngera eina FATWA er ein møguleiki, sum Koranin gevur muslimum. Hetta er ein háttur at lýsa tey víðgongdu í bann ella friðleys, soleiðis sum eisini pávaveldið um okkara leiðir hevur gjørt sær dælt av.

Hesin framstandandi muslimurin úr Pakistan er sera nógv virdur í islamiska heiminum og hevur staðið á odda í stríðnum móti teimum víðgongdu muslimunum her serstakliga Taleban.

Hann heitti í beinleiðis sjónvarpsssending, sum varð send kring allan heimin, á allar muslimar um at kolldøma og mótarbeiða øllum teimum muslimum, sum ganga inn fyri at brúka yvirgang móti øðrum, eitt nú mongu sjálvmorðsyvirgangsfólkini.

Hetta er nakað, sum eigur at kennast væl og kærkomið fyri okkum øll, sum virða demokratiið. Eisini eiga vit at stuðla slíkum muslimi, sum við hesi gerð síni eisini setur sítt egna lív í váða.

Islam og muslimar eru mest sum banniorð í øllum Vesturheiminum, tí vit í flestu førum tengja hesi saman við tær ræðuliga yvirgangsatsóknirnar, sum andaliga og ideologiskt eitraðir muslimar fremja móti fullkomiliga ósekum menniskjum ikki bara í okkara parti av heiminum men so sanniliga eisini og ikki minst í teirra egna umhvørvi.

Vit eiga at geva hesum góða tiltaki frá einum hóvligum muslimi ans og tí eisini endurskoða okkara fatan av islam og muslimum. Tíverri hava vit lyndi til at generalisera og skera alt og øll yvir ein kamb. Men eins og tað í okkara heimi eru hóvlig og víðgongd, so er hetta eisini so í tí muslimska heiminum. Vit kenna hetta eisini frá støðuni í Palestina, har tey víðgongdu hava verið so víðgongd, at hetta hevur køvt tey hóvligu. Hóast Ísrael er hart rakt av yvirgangsatsóknum, so átti stjórnin har eisini at víst størri virðing fyri teimum hóvligu palestinunum og stuðla teimum í stríðnum móti eitt nú Hamas.

Júst sama støða ger seg galdandi í fleiri muslimskum londum. Vit eiga at geva teimum hóvligu okkara fulla moralska stuðul heldur enn at kolldøma allar muslimar, tá yvirgangsatsóknir verða framdar. Her var fyrrverandi amerikanski forsetin Bush og hansara høgraharkalið eitt tað besta dømi um, hvussu tú sker alt yvir ein kamb. Har allir muslimar vórðu gjørdir til part av bardagnum móti teimum óndu kreftunum. Ja hvussu kann tað vera, tá sjálvt heimsins demokratiska undangonguland gongur á odda við at gera øll til fíggindar og eyðmerkja tey ónd!

Við Obama hava vit fingið ein leiðara, sum nettupp dugur at skyna millum víðgongd og hóvlig og brúkar dialogin heldur enn vápn at skapa frið og forstáilsi.

Latið okkum í Vesturheiminum og eisini her í Føroyum taka hetta nýggjasta tiltakið hjá kenda pakistanska musliminum at lýsa FATWA yvir eitt nú egnu víðgongdu landsmenn sínar sum nakað positivt og gott og lat tað eisini brúka hetta til at broyta okkara hugburð móti tí muslimska heiminum.
-------
Sosialurin