Latið samferðsluna vera almenna

Borgarstjórin i Sørvági hevur einki álit á, at samferðslan skal latast privatpersónum ella feløgum at umsita. Hann metir Vágatunnilin vera dømi um, at tað riggar ikki

Samferðsla

Vágar:Tað er eingin ivi um, at samferðslan skal vera almenn, sum hon hevur verið, sigur Eivin Jacobsen, borgarstjóri í Sørvági. Hann metir Vágatunnilin sum dømi um, at tað nyttar ikki at leggja hana út til onnur at umsita.
?Tað er í mínari verð eingin ivi um, at tað almenna klárar nógv best at røkja samferðsluna hjá okkum, sigur Eivin Jacobsen. Tá fáa vit eina tænastu, sum øll hava ráð at brúka. Tað kann so ikki sigast um tað, sum nú er hent, sigur hann og vísir til prísleguna fyri koyring undir Vestmannasundi.
Eivin Jacobsen metir prísirnar hjá Vágatunlinum so ræðandi, at teir fara at flyta Vágar aftur í tíðina heldur enn at menna oynna, sum ætlanin annars var við tunlinum.
?Eg fari at melda meg upp í Útoyggjafelagið, sigur Eivin Jacobsen, tí so langt burtur frá meginøkinum koma vit nú at vera. Tað verða ikki vanlig fólk, sum kunnu ferðast undir Vestmannasundi fyri teir prísir, sum nú eru ásettir, sigur hann.
Hann vísir á, at bara hósdagin fekk hann sum borgarstjóri í Sørvági fleiri uppringinar frá fólki, sum líkasum vóru komin í neyð av støðuni. Fólk, sum høvdu ætlað sær at flutt vestur í Vágar, tí ferðamøguleikarnir til miðstaðarøkið nú gjørdust so mikið góðir. Men verður príslegan tann, at tú í minsta lagi skalt leggja 3.000,- krónur á borðið hvønn mánaða fyri at ferðast undir Sundinum, verður tað líka dýrt at búgva í Vágum, sum at búgva í Havn við húsaprísunum har. Og so er einki vunnið, tí í Havn hevur tú øll tilboðini fyri sama prís.
Og Eivin Jacobsen er ikki einsamallur við teirri fatanini, tí eisini borgarstjórar aðrastaðni í Vágum høvdu verið fyri tí sama hósdagin, at fólk ringdu og kærdu sína neyð. Summi høvdu beinleiðis hug at angra, at tey vóru farin undir at byggja í Vágum.