Latið vinnuna eiga Vestaru Byrggju í frið!

Nakað soleiðis kann boðaskapurin skiljast, tá fyritøkur á bryggjuni í dag klokkan 14:30 hava boðið fjølmiðlum, verkafeløgum, býrðanum og fyritøkum við havnarløgini í Havn til tíðindafundar á Reinsarínum í Tórsgøtu.

 

Nógvar ætlanir hava í seinastuni verið frammi: Eitt nú at gera Saltsøluna fyrst til býráðsumsiting og síðani til hotell. Beint fyri páskir vóru aðrar ætlanir um eisini at gera gamla flakavirkið Bacalao til eitt multihús til ítrótt, svimjing og spæl.

 

Onnur hugskot hava verið um at gera gongubrúgv úr Vágsbotni og yvir á Vestaru Bryggju.

 

Á økinum á Vestaru Byrggju er nógv tungt vinnuvirksemi, eitt nú skipasmiðja, trolvirkið Vónin, tvey oljufeløg og aðrar fyritøkur við. Skip verða hálað upp á beding, bæði smærri skip og stórir trolarar. Hetta er kanska ikki júst virksemið, sum hóskar so væl at blanda saman við hotelvirksemi, frítíðarvirksemi og spæli. Fyrr hava røddir verið frammi um, at ein skipasmiðja hoyrir ikki heima inni í býnum. Men tær rørddirnar eru tagnaðar, og einki hoyrist um dálking frá smipasmiðjuni, sum hevur sínar føstur mannagongdir við oljusperringum og øðrum, tá arbeitt verður.

 

Seinastu árini er tað eisini vorðið til eina attraktión hjá ferðafólki at hyggja, tá skip verða hálað upp á beding – og nógv teirra hava ongantíð sæð eina skipsskrúvu fyrr.

 

Tekningar hava verið nógvar, og pappírið er tolið. Men í dag verður tað so vinnan, sum húsast á økinum, sum fer at taka blaðið frá munninum.

 

– Vit í vinnuni ynskja nú at varpa ljós á áhugamálini hjá okkum fyritøkum, sum hava virksemi á Vestaru Bryggju, siga fyrireikararnir, sum á fundinum fara at hava framløgu og vísa tekningar, sum vinnan hevur latið gjørt.

 

Tey, sum eru boðin til tíðindafundin eru:

 

– býráðslimir

– fólk frá býráðsumsitingini

Havnar Arbeiðarafelag

Havnar Handverkarafelag

Havnar Arbeiðskvinnufelag

Havnar Handverksmeistarafelag

Miðlarnir

Fyritøku í Vestaru Vág