Latið ikki fartdevlar gera ferðslulógirnar!

Farið hervið at loyva mær at gera eina viðmerking til »Koyribreytina«, ið var í útvarpinum mikudagin.

Eg hvakk við, tá eg hoyrdi ein løgtingsmann úttala seg um, at hámarksferðin átti at verið hækkað. Hetta tykir mær sera løgið at hoyra frá einum manni, sum við hinari tunguni samstundis sigur, at promillumarkið eigur at verða lækkað. Hetta hongur als ikki saman. Eisini fari eg at mæla útvarpinum til ikki at lata múgvuna (pøbilin) koma við ov nógvum ferðsluráðum. Hesi kunnu ofta vera skaðilig. Serstakliga tá tað eru fólk við myndugleika, ið kunnu øsa eina »hysteri-bylgju« fram, soleiðis at tað knappliga gerst eitt fólkakrav at hækka hámarksferðina. Spyrjið heldur fakfólkið um ráð, tí tað er jú tað, tey eru til.

Men lat tað vera sligið fast alt fyri eitt, at eingin grund í verðini er fyri at hækka hámarksferðina. Fyri tað fyrstu eru teinarnir so stuttir at koyra, soleiðis at so lítið av tíð er at vinna inn, hóast tú setir ferðina upp. Siga vit, at vit t.d. koyra av Eiði til Hoyvíkar (her byrjar tað bygda økið í Havn), so er hetta eitt strekki upp á 49 km. Av hesum munnu í minsta lagi 5 km. (helst væl meir) vera bygt øki ella øki har ein má koyra varliga - altso 50 km/t. Um vit so koyrdu 80 km/t á hesum túri millum Eiði og Hoyvík, so hevði hesin túrur tikið 39 min. og høvdu vit ístaðin koyrt 90 km/t, so hevði túrurin tikið 35 min. og 20 sek. Altso hava vit bert spart 3 minuttir og 40 sekund við at økja um ferðina. Moralur: Tann ið gerst 4 min. ov seinur til Havnar, hann má bara fara 4 min. fyrr upp um morgunin.

Men nú veit eg ikki hvussu nógv gesturin í koyribreytini ætlaði at ferðin skuldi økjast - 90, 100 ella 120 km/t. Argumentið hjá honum var, at vegirnir vóru so góðir og breiðir og gott sýni var og líknandi. Men tað fyrsta vit mugu minnast til, er at í øðrum londum vísa hagtølini heilt greitt, at seta vit ferðina upp bara við 10 km/t, so hækkar talið av ferðsluóhappum munandi og skaðarnir gerast nógv álvarsligari. Vit vita jú at við dupultari ferð, so leingist bremulongdin 4-dupult. Og eisini mgu vit hava í huga, at hóast vegirnir gerast breiðari og betri, so ganga sansirnir hjá okkum hin vegin. Størri ferðin gerst, torførari er at fylgja við hjá okkum, og sýnsfeltið gerst nógv minni. Ein onnur orsøk til ikki at hækka hámarksferðina er, at tey strekki ið hugsast kunnu at verða nóg góð til 90 km/t (ella 100?) eru so ógvuliga stutt; sjálvdan meir enn einar 2 kilometrar - eitt sving kemur, vegurin smalkar, ella vit koma inn í bygt øki. Hetta ger so at vit í heilum mugu liggja og hoppa frá 80 upp á 90 og so niður aftur á 80 og aftur upp á 90 og so niðuraftur á 80, og síðani niður á 50, og so 80, 90, 80, 90 o.s.fr. Hetta ger at ein verður púra forvirraður í høvdinum og ein gloymir hvat hámarksferðin var, og tískil koyrir ein heldur ov skjótt enn ov seint. Og hetta hevði elvt til stóran skaða og stórar sorgarleikir.


Speedometrið