Lava: Alt kann henda

Ljóðsamrøða frá Rás2: Hetjan hjá Víkingi sigur, at fyrireikingarnar til komandi dystin vera akkurát sum vanligt

Stóra hetjan hjá Víkingi í dystinum ímóti B36 í dag bleiv leirvíkingurin Andreas Lava Olsen, sum í seinna hálvleiki skoraði bæði málini hjá Víkingi. Víkingur vann dystin 2-0, og harvið fer felagið at vinna sítt fyrsta meistaraheiti nakrantíð, um tað eydnast at vinna ímóti AB, ið longu er flutt niður í 1. deild, komandi leygardag á Argjum.

 

Hoyr ljóðsamrøðuna, sum Tróndur Arge gjørdi við tveymálsskjúttan stutt eftir dystarlok. Andreas Lava Olsen greiðir millum annað frá sínum málum, og eisini vísir hann á, at onki er avgjørt í føroyameistarastríðnum.