Tað gongur við tann spentar ál hjá Víkingi. Fýra tær seinastu ferðirnar er úrtøkan 10 stig. Eftir 4-2 í Vágum hevur úrtøkan verið 1-1 í Runavík og so tveir trivaligir sigrar í oyggjauppgerðum – 6-0 á Toftum og í dag 5-1 á heimavølli ímóti grannunum úr Fuglafirði.
Andreas Lava Olsen var aftur í dag fremsti maður hjá Víkingi, og aftur í dag var hann av álvara á toppinum. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki skoraði hann tvey mál mest sum burtur úr ongum, og nú hevur hann í níggju dystum skorað níggju mál.
ÍF minkaði um munin tíggju minuttir eftir steðgin, men tað varð ikki av álvara spennandi, tí tveir minuttir seinni økti Ingi Jonhardsson um leiðsluna til 3-1, og aftur í tí førinum var Andreas Lava Olsen uppií, tí hann átti uppleggið.
Sølvi Vatnhamar átti uppleggið, tá ið Jákup Johansen økti um munin til 4-1, og Sølvi Vatnhamar staðfesti 5-1 sigurin. Tá átti innskifti Olaf Bárðarson uppleggið.
-5-1 sigur sína søgu. Vit myndaðu málmøguleikar, men tá vit ikki megnaðu at vinna úrtøku, og teir skoraðu fimm mál, so er einki at siga til tað. Vit eru vónbrotnir, men tað er einki annað at gera enn at fara undir eina nýggja viku og fyrireika okkum til dystin hósdagin, sum verður í Fløtugerði ímóti B36, sigur ÍF liðformaðurin Karl Løkin við Óla G. Samuelsen í FM1.
Málverjin hjá Víkingi Bárður á Reynatrøð er væl nøgdur við gongdina og trivaliga sigurin í dag ímóti ÍF:
-Lava var aftur í essinum. Hann skoraði tvey mál mest sum burtur úr ongum. Mál broyta dystir, og eftir tvey tey fyrstu málini var tað ongantíð nakar ivi um, at vit fóru at vinna. Vit avráddu undir steðginum, og vit skuldu halda málið reint. Tað eydnaðist ikki, men so var tað týdningarmikið, at vit skoraðu fimm mál, fegnast Bárður á Reynatrøð.
Víkingur - ÍF 5-1 (3-0)
1-0: Andreas Lava Olsen 20.
2-0: Andreas Lava Olsen 27.
2-1: Gundur E. Petersen 53.
3-1: Ingi Jonhardsson 56.
4-1: Jákup Johansen 64.
5-1: Sølvi Vatnhamar 84.
Dómari: Eiler Rasmussen