Um niggju tíðina í morgun fóru tær seinastu leivdirnar av ólavsøkuni heim at leggja seg. Tá vóru fólkini í reinhaldinum hjá Tórshavnar kommuna fyri langari tíð síðan farin til verka at rudda býin aftur, við góðari hjálp frá ungdómi í arbeiði.
Ólavsøkutiltøkini eydnaðust sum heild væl, og nógv fólk var í býnum bæði fríggjakvøldið og ólavsøkudagarnar.
Hóast ovurhonds nógv hevur verið at gjørt hesar dagarnar letur politiið væl at.
Flestu uppgávurnar hava verið at fara út at taka avdottin fólk upp, og í nøkrum førum varð ringt eftir sjúkrabili, tí fólk vóru dottin í fylsskapi og fingið smærri snuddir.
- Samarittarnir hjá Reyða Krossi vóru okkum ein ómetalig stór hjálp, sigur vaktleiðarin hjá politinum í dag.
Samarittarnir tóku sær av øllum, sum ikki orkaðu at standa á beinunum í miðbýnum. Tey hjálptu teimum á føtur, og nøkur vórðu tikin við til hølini hjá Reyða Krossi at hvíla seg eina løtu.
Politiið var aðrastaðni og tóku upp avdottin fólk, sum vórðu koyrd heim.
Sunnunáttina gistu fýra fólk í brummuni, ein í nátt.
Tað heldur politiið ikki vera nógv. Talið hevur verið fallandi seinastu árini og vísir hóast alt, at tey flestu duga betur at drekka nú.
Bara eitt harðskapsmál var á ólavsøku. Tað var seinastu nátt, tá ið ein varð sligin og misti eina tonn. Politiið veit, hvør sló, og viðkomandi verður skuldsettur fyri harðskap.
Sunnunáttina var eitt innbrot á Venjingarskúlanum, har ein 18 ára gamal maður varð sæddur fara avstað við telduútgerð. Hann varð tikin beinanvegin.