28. juli. Aurelius
Deyðu umleið 852. Í faðirætt vóru bæði hann og konan Natalia av mauriskum fólki, men tey vóru í loyndum kristin. Tá ið tey saman við øðrum alment viðgingu kristnu trúgv sína, vórðu tey tikin av mauriska emirinum og hálshøgd.
29. juli. Ólavsøka
Verður hildin til minnis um, at norski kongurin Ólavur Haraldsson fell á Stiklastøðum í árinum 1030. Eftir deyða hansara hendu mong undurverk við grøv hansara, og skjótt veður hann mettur sum mikið halgimenni og fær navnið Ólavur hin Heilagi. Minningardagur hansara varð hildin um øll Norðurlond, men serstakliga í Føroyum hevur dagurin í øldir verið hildin mikil hátíðaradur, sum Janus Djurhuus sigur frá:
Stiklastaða vápnabrestur
slongdist yvir havið vestur
Ólavsøkan gjørdist tjóðarhátíð okkara. Hon var eyðkend við, at tingið varð sett ólavsøkudag og hildin varð ólavsmessa í Havnar kirkju. Eisini tey árini, tingið varð sett seinni um heystið, var ólavsøkuguðstænasta hilin. Tað er í nýggjari tíð, at ólavsøkuhaldið, sum tað nú er, er íkomið. Tingsetan og guðstænastan eru við sama lag óloysandi partar av ólavsøkuhaldinum. Fríggingarmyrkt sigst vera tveir tímar á ólavsøku.
Ólavur er norrønt navn, ið merkir bæði ættarfaðir og eftirmaður.
30. juli. Abdon
Deyður umleið 250. Høgt mettur embætismaður í Róm, sum varð tikin av døgum fyri kristnu trúgv sína.
31. juli. Germanus
Deyður umleið 448. Føddur í Auxerre í Fraklandi. Var løgfrøðingur og fekk høgt starv sum embætismaður, men varð 40 ára gamal ímóti vilja sínum valdur til biskup í Auxerre. Hann doyði í Ravenna í Italiu