Ólavsøkufótbólturin leitar eftir samleika

Fótbóltur: KÍ vildi hava pengar fyri at spæla og sum heild tykist tað torført at fáa fíggjarligu áhugamálini og ítróttarliga upplivilsi at hanga saman

Tað var tann tíð, tá suðuroyingar og klaksvíkingar møttu í Gundadali í stórum tali at taka á við sínum feløgum, sum á ólavsøku stríddust um heiður og æru móti havnarliðunum ella býliðnum.

Tann tíðin er farin. Í fótbóltshøpi hava heiður og æra og felagskensla ikki tann týdningin, sum tey høvdu fyri einum mansaldri síðani. Havnarfeløgini skiftast um rættin til ólavsøkuaftan og ólavsøkudag, og hugflogið er stórt fyri at fáa ein so áhugaverdan dyst, sum tað ber til.

? Tað er altíð neyðugt at hugsa um pengarnar, men tá vit bjóðaðu Herfølge henda vegin roknaðu vit ikki við, at tað fór at geva so nógvar pengar í kassan. Tað, sum lá fremst í huganum var at geva áskoðarunum eitt størri fótbóltsupplivilsi, enn tey hava fingið á ólavsøku tey seinnu árini, sigur Gunnar Mohr, formaður í HB. Tað vóru 2500 áskoðarar í Gundadali ólavsøkudag. HB rindaði allar útreiðslurnar, sum stóðust av at fáa Herfølge til Føroyar, og tað stóð gott og væl upp og niður.

At tað ikki eydnaðist serliga væl við tí stóra fótbóltsupplivilsinum var sjón fyri søgn, og í HB hava teir ikki tikið støðu til, hvat tey fara at gera komandi ár, tá teir eiga ólavsøkuaftan.


Lokaluppgerð

Í B36 høvdu teir 700 áskoðarar til dystin móti GÍ ólavsøkuaftan. Fótbóltsupplivilsið var einki minni, enn tað var ólavsøkudag, men talan var um summarfótbólt.

? Vit høvdu tíðliga á árinum tað uppskot, at tey bæði havnarfeløgini skuldu spæla á Tórsvølli. Vit roknaðu við, at hetta hevði givið eitt sindur av spenningi og intensiteti, men í HB vóru teir ikki hugaðir fyri hesum. KÍ hevur ofta spælt móti okkum, men teir vildu ikki koma, og um teir komu, so vildu teir hava pengar fyri at spæla, og tað var ikki hugsningur um, sigur Kjartan Mohr frá B36.

B36 eigur rættin at spæla ólavsøkudag komandi ár, og hann tekur tað sum givið, at teir eiga fyrsta rætt at spæla á Tórsvølli.

? Vit hava ikki enn tosað um, hvat vit skulu gera, men eg haldi framvegis, at tað er vert at hugsa um, at vit bjóða HB av. Tá vit spæla móti teimum, telur heiður og æra framvegis nógv í báðum feløgunum, heldur Kjartan Mohr.

Sjálvt um tað ikki hevur verið viðgjørt í nevndini, nevnir Kjartan Mohr møguleikan at lata eina peningaupphædd, kanska 50.000 krónur ella meir, at spæla um á ólavsøku.


30 túsund krónur

Svend Jacobsen, formaður í KÍ, váttar, at teir vórðu bodnir at spæla móti B36, men tóku ikki av:

? Venjarin helt ikki, at tað var ráðiligt at fara suður so tætt uppundir fyrsta dystin í landskappingini eftir summarfrítíðina, og eg segði við B36, at um vit komu, so kravdu vit 30 túsund krónur fyri at spæla. Sum tíðirnar eru nú, haldi eg ikki, at tað er órímuligt, tí vit draga eina rúgvu av áskoðarum við okkum, og á norðoyastevnu fáa vit ikki eyka inntøkur frá fótbóltinum, tí nú verður spælt í landskappingini á stevnunum, sigur Svend Jacobsen.

Tað hevur altíð verið soleiðis, at havnarfelagið, sum hevur bjóðað KÍ á ólavsøku, hevur rindað allar útreiðslur, sum hava staðist av ferðini og uppihaldinum hjá KÍ.


Kappróðurin góð fyrimynd

Ísak Mikladal, aðalskrivari í FSF, var í Gundadali og hugdi at fótbólti á ólavsøku, og hann heldur ikki, at tað var samsvar millum tað, sum var at síggja, og tað, sum varð kravt fyri at sleppa inn:

? Tá tú tekur høgt atgongugjald, so hava áskoðararnir krav uppá at síggja ein orduligan fótbóltsdyst við væl uppløgdum spælarum, góðum spæli og harvið stórum spenningi. Tað sóu tey ikki á ólavsøku í ár.

Hevur tú nakað boð uppá, hvussu hetta skal broytast?

? Verður eingin broyting, so kann tað hugsast, at ólavsøkufótbólturin fer at detta niður fyri, og so kunnu tey, ið hava ábyrgdina, meta um, hvussu stórur skaði hevði verið í tí. Áður hevur verið frammi, at á ólavsøku átti steypafinalan at verið spæld, og hetta hevði í hvussu so er havt spenning við sær. Um vit taka støði í finaluni í ár, so er ikki torført at ímaynda sær, at tað hevði verið fult kring Tórsvøll, og sjálvt um atgongugjaldið hevði verið rímuligt, so hevði tað borið til at givið havnarfeløgunum eitt sindur burturav. Tey eiga rættin til vøllin á ólavsøku, og tað er ein av orsøkunum til, at ynskið um finalu á ólavsøku ongantíð gjørdist til veruleika.

Og Ísak Mikladal heldur fram:

? Tá Torleif Sigurðsson í síni tíð var formaður í róðrardeildini hjá ÍSF, var galdandi skipan í kappróðrinum gjørd. Tá varð avgjørt, at síðsti róðurin, sum telur við í FM kappingini, skuldi vera á ólavsøku. Hetta hevur víst seg at rigga sera væl, spenningur er í, og nógv fólk møta upp. Tað kann hugsast, at teir fyri 26 árum síðani gjørdu av at halda kappróðurin á ólavsøku uttanfyri FM. Høvdu teir gjørt tað, so hevði áhugin fyri ólavsøkukappróðrinum neyvan verið so stórur, sum hann er nú.