Ólavsøkuhald í Svendborg

Í sambandi við at tað eru liðin tíggju ár síðan Føroyingafelagið í Svendborg varð stovnað skipar felagið fyri Ólavsøkuhaldi leygarkvøldið 1. august

Tað eru nógv føroyingafeløg í Danmark. Í flestu stóru býum, har nógvir føroyingar búgva eru feløg, sum hava til endamáls at savna føroyingar til ymisk »heimlig« tiltøk.

Í Svendborg, á Fjóni, er eitt teirra og tað hevur tíggju ára føðingardag í ár.

Felagið hevur við góðari vælvild frá Svendborg kommunu hildið til í samkomuhúsinum »Færgegården« og hetta hús hevur verið karmur um virksemi felagsins.

Leygarkvøldið 1. august ætlar felagið sær at halda tíggju ára dagin.

Skipað verður fyri stórum tiltakið í Færgegården. Byrjað verður klokkan 19 og atgongumerkini kosta 50 krónur.

Bæði enskur og føroyskur dansur eru á skránni og til matna verður smyrjibreyð við bæði føroyskum og donskum viðskera.

Til enska dansin fer Símun úr Konoy at spæla kend løg saman við bólkinum Fjús.

Fjús er settur saman av Kristinu Heldarskarð og Aksel Eysturstein, og tey eru so smátt við at gerast ein kend duo í Danmark, verður sagt í tíðindaskrivi frá Føroyingafelagnum í Svendborg.

Tey leggja aftrat, at tey vóna at nógvir føroyingar hyggja inn á gólvið í Færgegården