Ólavsøkukonsert eftir nýggjum leisti

20. ólavsøkukonsertin er farin afturum, og hon varð óvanliga illa vitjað. Tað var keðiligt, tí tónleikurin var góður, bólkarnir framførdu væl, ljóðið sum heild var fínt og veðrið helt sær heilt til MC-Hár endaði konsertina, tá klokkan næstan var farin av fýra ólavsøkuaftansmorgun. Tá fór at sirma. So tit, sum settust aftur vegna veður, skrá ella whatever: tit hava forsømt tykkum.

Ummæli
 
Staddur í kommunuskúlagarðinum eitt sindur í átta mátti eg spyrja meg sjálvan, um eg var komin í rættan garð. Ongin spurdi eftir atgongumerkinum, eg hevði havt um skøvningin á høgru hond í fleiri dagar, ongir áhoyrarar vóru, og menn gingu og riggaðu garðin til at hava tivoli í dagin eftir.  Kanska væntaðu fyrireikararnir sær ikki áhoyrarar í ár? Ella var hetta kanska ein partur av konsertini? Eg var so har. Og saman við mær nøkur fá tandur, sum ivaleyst eisini vóru har í professionellum ørindum.
 
Pop-Top vinnarin spældi fyri ongum

Neyvan hevur tað verið megafeitt hjá Pop-Top vinnaranum, Ineptus, at trína á pallin sum teir fyrstu á konsertini. Men til teirra lukku var eg har, og eg fekk eitt merkiligt upplivilsi, tí bólkurin spældi væl, góðan tungan rokk, og sangarin og hinir í bólkinum rokkaðu og rullaðu sum var kommunuskúlagarðurin fullur av dansandi áhoyrarum. Eg vendi mær á fyri at hyggja, men garðurin var enn líka tómur. Tað løgdu teir líka í, tíbetur, og teir spældu av so fullum huga, at teir at enda máttu rekast av pallinum.
 
Fjúrtan bólkar spældu, og eg fari ikki at taka fram hvønn einstakan bólk her. Men eg vil taka fram ymiskt gott og minni gott frá framførslunum. Ineptus havi eg longu nevnt. Næstu bólkarnir, fram til midnátt, tá teir íslendsku Mezzoforte spældu, komu í hesi røð: Beatboy, Crawling Blue, Gunnar & Maria Guttesen, Kristleif Zachariassen, Høgni Lisberg, Lena Anderssen, <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Ey?un Nols?e&quot;$?$end$!$Eyðun Nolsøe</st1:PersonName$?$end$!$ Band og Marius (solo). Hetta eru sera ymiskir bólkar og artistar, sum spæla ymsi sløg av popp-, rapp-, rokk- og blues-tónleiki. <BR> 
<st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Ey?un Nols?e í&quot;$?$end$!$Eyðun Nolsøe í</st1:PersonName$?$end$!$ stórformi</STRONG>

Sum heild fari eg at halda, at ongin av hesum nøvnum skaraði fram um nakað annað, og tey, sum eg frammanundan hevði størstu vónirnar til, so sum Lena Anderssen, Maria Guttesen og <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Ey?un Nols?e&quot;$?$end$!$Eyðun Nolsøe</st1:PersonName$?$end$!$ Band, gjørdu tað, sum væntast kann av teimum: spældu og sungu gott og høvdu góðar framførslur. <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Ey?un Nols?e&quot;$?$end$!$Eyðun Nolsøe</st1:PersonName$?$end$!$ Band var mannað við nøkrum av bestu tónleikarum okkara, so sum Leivi Thomsen á gittar, <st1:PersonName w:st=&quot;on&quot; ProductID=&quot;Hans Petur í Brekkunum&quot;$?$end$!$Hans Petur í Brekkunum</st1:PersonName$?$end$!$ saxofon, Rógva á Rógvi á trummum og Arnold Ludvig á bass, og tað hoyrdist. Skal nakar takast framum nakran henda fyrsta partin av konsertini, má tað vera teir, tí teir høvdu veruliga tak á lurtarafjøldini, ikki minst Eyðun Nolseø sjálvur, sum var í stórformi, og sum til dagsins høvi avdúkaði, at hann gevur út nýggja fløgu í heyst. Góð tíðindi fyri gamlar Frændur og Eyðun Nolseø fjepparar.<BR> 
Úrmælingarnir úr útnorðri: Mezzoforte

Stóra tónlistarliga upplivilsið og høvuðsnavn á ólavsøkukonsertini hesaferð var íslendski bólkurin Mezzoforte. Við sínum framúr dugnaligu tónleikarum og eini spæligleði, sum skein langa leið av pallinum, bergtóku teir í útivið hálvan annan tíma ikki so fáar av teimum tá umleið 900 áhoyrarunum  altso ein heil Mezzoforte konsert í ólavsøkukonsertini. Tað var feitt og allar pengarnar vert, bara tað. Tey, sum ikki kendu Mezzoforte áðrenn mundu kortini kenna aftur løg frá ítróttasendingum í útvarpinum, har tey hava verið nógv at hoyrt.
 
Skuldi nakar ivast í, um Mezzoforte spælir nógv longur, nú teir eru komnir nakað upp í árini, er onki at koma eftir. Eythor Gunnarsson, ið leikar tangentar, segði mær eftir konsertina, at teir longu hava verið í ellivu londum og spælt bara í ár, so teir eru virknir sum ongantíð. Og tað hoyrist, tori eg at siga. Ein framúr konsert við fimm framúr góðum tónleikarum, ein stór uppliving fyri bæði okkum vanligu áhoyrarar, men sanniliga eisini fyri allar teir føroysku tónleikararnar, sum lurtaðu og eygleiddu.
 
Hugtakandi ljóðmyndir við hjáárinum

Seinni parturin av ólavsøkukonsertini, frá umleið klokkan 01.30 til 04.00, var eitt blandað upplivilsi. Bólkarnir komu tá í hesi røð: EGR2PLZ, Dreams, Side-Effect og MC-Hár, har teir báðir seinastu høvdu tær bestu framførslurnar av hesum fýra. Dreams, sum hava verið nógv spældir í útvarpinum, síðan teir góvu út fløgu við nýggjum innspælingum av kendum lættisoppaløgum, er bara ikki mín smakkur, men eg rokni við at fyri teir av áhoyrarunum, sum dámar teir, var framførslan góð  í hvussu var futtur í, og tað er gott.
 
Side-Effect tóku meg á bóli. Teir høvdu eina serstaka góða byrjan við teimum báðu fyrstu sangunum, og eg varð heilt seldur. Má viðganga, at eg havi ikki lurta so nógv eftir teimum fyrr. Eftir hesar fyrstu sangirnar var tað sum um tann góða framførslan gjørdist til ein stóran pott av óljóði, har tær annars so fínu ljóðmyndirnar flutu saman í ágangandi larm. Ella vóru tað míni oyru, sum ikki tímdu meira av tí sama? Eg haldi ikki. Teir báðir seinastu sangirnir hjá Side-Effect vóru sera ringir at fáa nakað burtur úr, so kanska áttu teir at latið MC-Hár sloppið framat eitt sindur fyrr. Í hvussu er brúkti Tróndur Bogason í MC-Hár einar 10-15 minuttir av teimum 20-25 hjá MC-Hár bara til at fáa ljómborðið at rigga aftur aftan á Side-Effect. Segði nakar hjáárin?
 
Sterkt og kroyst endabrak
Men MC-Hár høvdu klárt tað besta takið á áhoyrarunum kortini, eisini hóast framførslutíð teirra varð væl og virðiliga helvtað av nevnda óhappi. Hóast bólkurin, nú hann aftur fer á pall, ikki telur heilt somu manning sum upprunaliga, eru sangirnir og ljóðið tað sama, og tað líkaði fólki. Tað ljóðaði eisini væl. Teir høvdu eisini  sum vant  gjørt okkurt serligt burturúr framførsluni. Eitt nú vitjaðu bæði ólavsøkukabarettin og tveir stripparar pallin hjá MC-Hár, og seinastu løtuna vóru so nógv fólk á pallinum, at tað var ringt at fylgja við. Men stak undirhaldandi. Keðiligt at MC-Hár skuldi missa so nógv at síni tíð, tí tað kom sjónliga illa við hjá teimum. Alt bleiv líkasum kroyst saman og latið av í einum alt ov stuttum og rótutum  men kortini sterkum  braki.
 
Swingandi tjald til tey vaksnu

Undir allari konsertini bar eisini til  hjá teimum yvir 18 ár (sum ikki vóru so fá hesa ferð)  at fara í tjaldið niðri í garðinum at lurta eftir jazz og swing tónleiki, meðan tostin varð sløktur við eini bjór. Óført at ólavsøkukonsertin hevur fingið skeinkiloyvi. Eg skilti eisini, at prísirnir fyri bjórið vóru rímiligari her enn á G! Tónlistarliga var tað ein minst líka stór uppliving at hoyra ávikavist Brekku Brothers og brassbandið Stórbandittarnir undir leiðslu av Ólavi Olsen niðri í tjaldinum, sum tað var at standa uppi í garðinum. Spell at tey yngri enn 18 ár ikki fingu hetta tilboð, tí tey hava uttan iva goldið tað sama sum eg fyri síni atgongumerki.
 
Samanumtikið var ólavsøkukonsertin 2006 góð. Hugskotið við at hava eitt minni stað, har til bera at hoyra annan tónleik enn popp, er gott. Tað kann eisini gera, at fleiri blásarar verða hugaðir at spæla við í popp og rokk bólkum, eisini á stóra pallinum, um teir í skiftum eisini sleppa at spæla fyri áhoyrarum, sum vilja hoyra annað enn popp og rokk. Lurtaraskarin til jazz og swing tónleik er ikki stórur í Føroyum, og tí hava fyriskipararnir rós uppiborið fyri hetta tiltak.
 
Endurnýggjað ólavsøkukonsert

Sum gamal ólavsøkukonsertgangari og spælari er tað áhugavert at samanbera hesa seinastu konsertina við tær, ið vóru í fyrstani. Eg minnist best tær allar fyrstu, tær úti á Skansanum, tær (vátu) úti á Frælsinum og tær, sum vóru yviri við Strond, áðrenn hon loksins endaði í kommunuskúlagarðinum. Hvat er so hent hesi 20 árini? Føroyskur tónleikur hevur ment seg, ongin ivi er um tað. Og áhoyrararnir eru vorðnir kræsnari, krevja meira enn tá. Tónleikafestivalarnir eru ivaleyst komnir fyri at vera, og tað kann væl gera, at fólk mettast av øllum tónleikinum. Spurningurin er, um ólavsøkukonsertin hevur megnað at fylgt við og endurnýggjað seg?
 
Svarið er helst: bæði-og. Konsertin í ár ber boð um, at fyriskipararnir eru í holt við at finna ólavsøkukonsertini eitt nýtt pláss á føroyska tónleikapallinum. Tað er djarvt, gott og neyðugt. At satsa upp á tey meiri tilkomnu og kræsnu, at bjóða annað og meira enn bara popp og rokk, og kortini halda alt fyri ein sámiligan prís, tað er alla æru vert. Eg haldi, at hetta er ein fínur leistur, sum eigur at fáa nakrar kjansir afturat næstu árini, so fólk í hesum málbólki venja seg við tað og finna útav, at her er veruliga nakað at fara eftir hjá teimum eisini. Tí tað er tað.
 
Eftir at ólavsøkukonsertin í mong ár bert hevur vent sær til tannáringar, lokkar hon nú eisini aðrar aldursbólkar til, og tað haldi eg vera gott. Fyriskipararnir mugu tó ansa eftir, at tey yngru ikki verða heilt sleptir upp á fjall, tí manga ólavsøku hava tey ikki havt nakað annað gott at fara til enn ólavsøkukonsertina.