Ólavsøkukonsertin verður sum vant 27. Juli, men undir navninum Ó12 flytir konsertin aftur í Tórsgøtu.
Fyrireikararnir siga, at teir hava sett sær fyri at fáa ólavsøkukonsertina aftur á tónlistarliga Føroyakortið. Skráin er komin uppá pláss, og júst sum í gomlum døgum, verður talan um eitt bland av føroyskum bólkum.
- Her eru bæði roynd nøvn og nýggj nøvn, men felags fyri tey øll er, at tey eru væl umtókt og væl egnað til Ó12, siga fyrireikararnir.
Tórshavnar ítróttarráð skipar fyri konsertini í ár. Atgongumerki verða seld í forsølu seld á Ebillett.fo og á kunningarstovuni í Tórshavn.
Konsertin verður í Tórsgøtu í Havn 27. juli frá kl. 20 til 4.