Ólavsøkukonsertin í ár gav yvirskot. Enn er ikki alt endaliga uppgjørt, men yvirskotið kemur at liggja um hálvthundrað túsund krónur. Tað upplýsir Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar Kommunu.
Tað vóru umleið 1600 áhoyrarar til sjálva ólavsøkukonsertina, og 1400 av teimum vóru gestir, sum høvdu rindað fyri at sleppa inn.
Jóan Petur Hentze sigur, at yvirskotið av konsertini, so ella so, fer út aftur til tónleikin. Men hvar pengarnir fara, hava tey ikki avgjørt enn. Á sama hátt hevur kommunan heldur ikki tikið støðu til, um hon fer at skipa fyri ólavsøkukonsertini næsta ár.
- Hetta var ein roynd frá okkara síðu. Nú fara vit at eftirmeta hetta, tá fólk eru komin aftur úr feriu, sigur Jóan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu.