Ólavur er allur grønur sum hann er

Hann hevur vatnorkuverk til hita, el, løðing av el-bili og til hitapott.

 

 

Ólavur Poulsen í Vatnsoyrum hevur í nógv ár havt áhuga fyri vatnorku, og hann eigur eisini fyritøkuna VatnOrka, har hann umboðar vatnmyllur, sum italska verksmiðjan IREM framleiðir, og hetta umboð hevur hann havt í nøkur ár.

- Vatn telist millum grønastu orkukeldur, men her er áin ein fyritreyt, og neyðugt er eisini, at umstøður annars eru til eina slíka skipan. Tað er umráðandi, tá tú fyrireikar títt egna orkuverk, at tú hevur góða ráðgeving, og hesa ráðgeving meti eg meg føran fyri at veita, sigur hann.

Ólavur Poulsen sigur, at hóast áin alla hansara tíð hevur runnið framvið húsunum, har hann býr í Vatnsoyrum, og hann mangan hevur hugsað um vatnorku, so kom kortini ikki verulig gongd á, fyrr enn ein vinmaður hansara, sum hevði verið í Noregi, hevði tilfar heim við sær at vísa honum.

Við internetinum gjørdist eisini lættari at samskifta, og eftir seks árum hevði hann sítt egna mikro-orkuverk, sum seinni er útbygt. Fyrstu veruligu vitanina og upplæringina fekk hann á Fossingkraft í Noregi, og sum árini gingu útvegaði hann sær servitan á økinum.

- Eg haldi, at vatnmylluskipanir eru vælegnaðar í føroyska umhvørvinum – ikki minst, tí skipanin gevur mestu orkuna vetrarhálvárið, tá mest brúk er fyri orku. Myllan bara gevur og gevur; hon brúkar einki og hevur ongar rakstrarútreiðslur. 

Hann vísir á, at vatnmylluni nýtist vanliga bara ein part av ánni, og tí eru náttúru-og umhvørvisárinini ógvuliga avmarkað. Vatnmyllan hevur sera høgt virknaðarstig; hon gagnnýtir orkuna 100 prosent av tí møguliga, og tískil er einki spill.

- Vansarnir kunnu hinvegin vera, at vatninntakið onkuntíð skal reinsast fyri eyr, og neyðugt kann vera at hava eina tiltaksorkuskipan, ið kann vera verandi hitaskipan, sum er í húsunum, um skerpingur ella drúgt og hart frost rakar.

##med2##

Síðan Ólavur Poulsen fyri fimm árum síðan fekk sítt fyrsta lítla vatnorkuverk til hita og heitt vatn, sum var ein vatnmylla á 8 kW, hevur oljubilurin sjáldan verið í túninum.

- Okkara hús brúka lutfalsliga nógva orku. Umframt vatnmylluna, var skipanin eitt hitalikam í ketlinum, sum orkuverkið hitaði, og hesi árini havi eg í øllum førum spart 90 prosent av oljuni, eg annars hevði brúkt. Einar tvær ferðir um summarið stóð vatnmyllan still í 14 dagar hvørja ferð, men í øllum førum tað eina árið steðgaði hon ongantíð.

Hann sigur, at tað er ein góð kensla at kenna reina og ókeypis hitan, bæði inni í húsunum og í heita vatninum – vitandi um, at orkan, tá íløgan er gjørd, hvørki kostar ella dálkar, og ikki minst er tað ein góð kensla at sleppa frá oljurokningini.

- Ein vatnmylla er ikki skjótasta og bíligasta loysnin, um vit hugsa stuttskygt, men hetta er ein íløga fyri lívið, sum eisini økir um virðið av húsunum, heldur Ólavur Poulsen.

Tá In.fo vitjaði Ólav Poulsen í Vatnsoyrum, stóð ein Hyndai el-bilur í túninum. Bilurin er knappliga eitt ára gamal, og hann kann løðast við grønari orku frá eginframleiðslu, sum als einki útlát hevur.  - Bilurin koyrir bæði skjótt og væl, og hann koyrir umleið 170 kilometrar upp á eina fulla løðing, sigur hann.

Seinni í kvøld fara vit á In.fo at venda aftur til vatnorkuframleiðsluna hjá Ólavi Poulsen.