Í dag eru 45 ár liðin, síðani Ólavur Klakk kom í starv á Føroya Bjór í Klaksvík, og hesum gera tey eitt sindur burturúr við eini hugnaløtu fyri starvsfeløgum og familju hjá Ólavi.
Umframt at vera kendur frá starvi sínum, er Ólavur eisini kendur frá tónleiki og ikki minst bólkinum, »Ólavur Presley and the Dirthy Rag-Rags«.
Síðsta hálva árið hevur Ólavur Klakk verið sjúkrameldaður, men sigur, at hevur hann lív og heilsu, tørnar hann til aftur fyrst í september.
Nú hann hevur 45 ára starvsdag, spurdu vit Ólav, hvat hann heldur vera størstu broytingina í arbeiðinum á bryggjaríinum hesi árini. Hoyrið samrøðuna, sum Hilmar Jan á Rás2 gjørdi við hann beint fyri móttøkuna á Føroya Bjór í Klaksvík seinnapartin í dag.
?
?