Ólavur Petersen 60 ár

Fríggjadagin 17. juni 2005 verður Ólavur Petersen, reiðari í Sørvági, 60 ár.

Ólavur er føddur og uppvaksin í Sandavági, sonur Arnhold Petersen (Arnhold á Steig), ættaður úr Sandavági og Kristionnu, f. Holm, ættað við Bakkhús í Hvalba.

Sum14 ára gamal fór Ólavur í smiðulæru hjá Viggo og Jørgen Johannesen í Sandavági.

Tá smiðulæran var liðug, sigldi hann við Mærsk-skipum eina tíð og byrjaði síðani á maskinmeistaraskúla í Havn, har hann tók prógv í 1968. Eftir lokið prógv sigldi hann so eitt ár uttanlanda.

Tá hann gavst at sigla, arbeiddi hann í nógv ár sum bilmekanikari. Hann hevur eisini verið keypmaður, arbeitt hjá Phil & Søn, og arbeiddi eisini nøkur ár á flogvøllinum.

Tá fyrsti flakatolarin hjá P/F Vesturvón var bygdur á Ulsteinvik 1969, var Ólavur við til at hava eftirlit við nýbygninginum. Eisini var hann við, tá ið núverandi Vesturvón bleiv bygdur í 1987. Ólavur tók við sum reiðari í 1988 eftir verfaðir sín Hjalmar Hvítklett.

Gjøgnum árini hevur tað eydnast Ólavi at úbyggja felagið. Í 90-unum keypti felagið laksavirkið Rainbow Harvest, sum nú virkar sum skrivstova og goymsla. Seinni keyptu teir flakavirkið ella bláa húsi, sum tað eisini verður nevnt, og reka har í dag saltfiskavirksemi saman við øðrum felagið. Eisini setti P/F Vesturvón á stovn egið søluvirki VS-Seafood.

Í 1999 yvirtóku teir felagið P/F Rávuna og harvið partrolararnar Akraborg og Varborg, sum seinni blivu skiftir út við Vesturleika og Vestursøka.

Í 2001 blivu tveir partrolarar, Akranes og Dragasund, keyptir afturat. Í dag starvast umleið 90 fólk hjá P/F Vesturvón.

Umframt at starvast sum reiðari er Ólavur eisini nevndarlimur í Føroya Reiðarafelag, og hann sat sum formaður í P/F Flogsambandi í nógv ár.

Ólavur er ein sera røkin og dámligur maður, altíð blíður og vinarligur. Hann er ógvuliga pligtuppfyllandi og er altíð í gongd við okkurt, ið kann menna og røkja felagið.

Hann er ein heitur persónur og altíð klárur at hjálpa, har tørvur er á. Tað er so hugnaligt at støkka inn á gólvið hjá teimum.

Ólavur er giftur við Katrinu, dóttir Hjalmar og Anna Sofíu Hvítklett í Sørvági. Tey eiga trý børn: Arnjohn, sum býr í Sørvági, Hjalmar, sum býr í Havn, og Anna Sofía, sum býr í Hong Kong.

Ólavi verður ynskt hjartaliga tillukku við degnum.

Vælkomst verður í Bygdarhúsinum í Miðvági 18. juni kl. 19.00


Vinir, ið síggja fram til eina hugnaliga veitslu.