Í góða várveðrinum í kvøld var fult umfar í bestu kvinnudeildini.
Greipuvinnararnir í KÍ, sum eru topplið, vóru á vitjan í Runavík, har úrslitið var 2-2. Heisi Sevdal legði heimaliðið á odda longu í fyrsta minutti, og heimaleiðslan helt, inntil tað restaðu tríggir minuttir av fyrra hálvleiki. Tá javnaði Malena Josephsen til 1-1 eftir sending frá Tórun Højgaard Joensen.
Miðskeiðis í seinna hálvleiki var Hervør Olsen, sum er ovast á máltindinum upp á spæl eftir KÍ horna, og so vóru gestirnir frammanfyri 2-1. Leiðslan helt í 10 minuttir. 12 minuttir undan leikloki javnaði NSÍ til 2-2. Tað var Rúna Olsen, sum umsetti brotsspark til mál.
Síðstu løtuna løgdu báðir partar nógv fyri í roynd at skora sigursmálið, men tað eydnaðist ikki.
KÍ hevur 18 stig, og NSÍ hevur 13 stig.
EBS/Skála vann 7-0 á Argjum ímóti samansetta liðnum hjá AB og B71. Stóri spælarin í Vika á Argjum í kvøld var Lea Lisberg hjá EBS/Skála. Hon skoraði fýra mál og hevur nú skorað 9 mál tilsaman ella fýra færri enn Hervør Olsen hjá KÍ, sum er toppskjútti. Hini málini á Argjum skoraðu Sigrun Kallsoy Kristiansen og Silja Augustinussen (2).
HB vann trivaligan 4-0 heimasigur ímóti 07 Vestur. Miðskeiðis í fyrra hálvleiki setti Julia Naomi Mortensen hol á, og fáar minuttir seinni økti Ida Marie Christensen um munin til 2-0. Fýra minuttir eftir steðgin økti Elin Maria Isaksen um munin til 4-0, og miðskeiðis í seinna hálvleiki staðfesti Ida Marie Christensen 4-0 sigurin, tá ið hon varð tvífaldur málskjútti.
EBS/Skála og HB hava nú 16 stig og eru tvey stig frá oddaliðnum KÍ.
Víkingur legði bragdliga fyri í hesum kappingarárinum, men seinastu ferðirnar hevur tað ikki gingið so væl. Fyri einari viku síðani tapti Víkingur 1-0 á útivølli ímóti EBS/Skála, og í kvøld fór B36, sum annars ikki hevur staðið seg so væl, úr Sarpugerði við øllum stigunum. B36 vann 4-2 eftir 1-1 í fyrra hálvleiki.
Hanna Isaksen Højgaard legði beinanvegin heimaliðið á odda, og eitt lítið korter var farið, tá ið Olga Kristina Hansen eftir sending frá Emmu Hansdóttir javnaði til 1-1.
Fyrra partin av seinna hálvleiki var rættiligt skammlop hjá heimaliðnum.
Jacoba Langgaard átti í nógv ár heimavøll í Sarpugerði. Í vetur flutti hon til B36, og í kvøld skoraði hon í Sarpugerði tvey mál fyri nýggja felagið. Hon umsetti brotsspark til 2-1 í 57. minutti, og tríggjar minuttir seinni var hon aftur upp á spæl og so var 3-1. Seks minuttir seinni økti Emma Hansdóttir um leiðsluna til 4-1 til B36 eftir sending frá Barbaru Høgnesen, og 11 minuttir undan leikloki pyntaði Maibritt Olsen um fyri heimaliðið, tá ið hon umsetti brotsspark til mál.
Víkingur hevur 12 stig, og B36 hevur 10 stig.
Víkingur – B36 2-4 (1-1)
1-0: Hanna Isaksen Højgaard 5.
1-1: Olga Kristina Hansen 13.
1-2: Jacoba Langaard br 57.
1-3: Jacoba Langgaard 60.
1-4: Emma Hansdóttir 67.
2-4: Maibritt Olsen br 79.
NSÍ – KÍ 2-2 (1-1)
1-0: Heidi Sevdal 1.
1-1: Malena Josephsen 42.
1-2: Hervør Olsen 68.
2-2: Rúna Olsen br 78.
HB – 07 Vestur 4-0 (2-0)
1-0: Julia Naomi Mortensen 26.
2-0: Ida Marie Christensen 33.
3-0: Elin Maria Isaksen 47.
4-0: Ida Marie Christensen 64.
AB/B71 – EBS/Skála 0-7 (0-2)
0-1: Lea Lisberg 23.
0-2: Lea Lisberg 39.
0-3: Silja Augustinussen 46.
0-4: Lea Lisberg 49.
0-5: Sigrun Kallsoy Kristiansen 53.
0-6: Silja Augustinussen 77.
0-7: Lea Lisberg 83.
KÍ | 8 | 6 | 2 | 0 | 19 | 6 | 18 |
HB | 8 | 5 | 1 | 2 | 26 | 8 | 16 |
EBS/Skála | 8 | 5 | 1 | 2 | 18 | 11 | 16 |
NSÍ | 8 | 4 | 1 | 3 | 22 | 13 | 13 |
Víkingur | 7 | 4 | 1 | 2 | 18 | 8 | 13 |
B36 | 8 | 3 | 1 | 4 | 18 | 20 | 10 |
07 Vestur | 7 | 1 | 0 | 6 | 6 | 23 | 3 |
AB/B71 | 8 | 0 | 0 | 8 | 4 | 47 | 0 |
Leygardagin 22. mai – hvítusunnuaftan 07 Vestur – EBS/Skála Mánadagin 24. mai – 2. hvítusunnudagur KÍ – Víkingur NSÍ – AB/B71 B36 – HB |
|