Lech Kaczynski - ?ein umstríddur ?forseti

Við flogvanlukkuni uttan fyri russiska býin Smolensk leygarmorgunin endaði ein long oog mangan umstrídd politisk lívsleið, og tað fær uttan iva ávirkan á tað politiska landslagið í Póllandi

Hóast alt bendi á, at Lech Kaczynski fór at missa forsetaembætið á næsta vali, eins og tvíburðarbróðutin Jaroslaw misti forsætisráðharrasessin seinast, fær brádligi deyði hansara ivaleyst bæði stórar og varandi avleiðingar fyri tað politiska landslagið í Póllandi.
Tann konservativi, tjóðskaparsinnaði og trúgvandi Lech Kaczynski gjørdist kendur sum borgarstjóri í høvuðsstaðnum Warszawa, har hann alt fyri eitt royndi at gera upp við tær liberalu og vinstrasinnaðu kreftirnar.
Í 2005 varð hann valdur til forseta sum tann triði demokratiskt valdi aftan á Lech Walesa og Aleksander Kwasniewski. Hóast hann ikki hevði kunngjørt avgerðina, bendi alt á, at hann ætlaði sær at stilla upp aftur seinni í hesum árinum.
Lech Kazynski og tvíburðarbróturin Jaroslaw vóru virknir í politikki, longu tá teir gingu á lærda háskúlanum í Warszawa, har teir lósu løgfrøði. Teir vóru í fresmtu røð í uppreistrinum ímóti kommunistunum fyrst í áttatiárunum, og hesa tíðina høvdu teir gott samband við sjálvan uppreistrarleiðaran Lech Walesa.

Lóg og rættvísi
Í 2001 stovnaðu Kazynski-brøðurnir flokkin Lóg og Rættvísi. Á tjóðartingsvalinum í 2005 fekk flokkurin meiriluta, og Jaroslaw varð valdur til forsætisráðharra. Tey bæði næstu árini stýrdu brøðurnir Póllandi, og hesi árini var polskur politikkur merktur av teirra tjóðskaparligu hugsan og trúskapi ímóti teirri katólsku kirkjuni. Hetta vóru eginleikar, sum vunnu teimum undirtøku á polska høgravonginum og millum fólk á bygd.
Sum forseti legði Lech Kazynski stóran dent á uttanríkispolitikkin. Hann var sera ivingasamur mótvegis ES, og ferð eftir ferð legði hann fót fyri ella seinkaði ymsum avgerðum í samveldinum.
Harafturímóti var hann íðin talsmaður fyri tættari sambandi millum Pólland og USA, og hann tók av fullum huga undir við amerikonsku ætlanini um eina rakettverjuskipan í Evropa, og at ein partur av skipanini skuldi standa á polskari jørð.

Ivaðist í russum
Hinvegin var Lech Kazynski sera varin, tá tað galt viðurskiftini við tann stóra grannan fyri eystan, og hann hevði alla tíðina illgruna um, at russar gjørdu Póllandi ónáðir. Ta seinastu tíðina kom hann kortini við nøkrum ábendingum um, at Pólland var til reiðar at bøta um viðurskiftini við sínar fyrrverandi fíggindar Russland og Týskland.
Í 2007 tók tann liberali Donald Tusk við sum forsætisráðharri. Samstarvið millum forsetan og hann var ikki tað besta, men í seinastuni batnaði tað politiska gongulagið.
Donald Tusk segði leygardagin, at deyði forsetans er ein tann størsta vanlukkan í Póllandi í nýggjari tíð. Samstundis varð fráboðað, at eftirmaðurin skal veljast um tveir mánaðir. Til ta tíð røkir tingformaðurin embætið, soleiðis sum stýriskipanin ásetir.

Samansvørjing
Norski tíðindamaðurin Halvør Tjønn, sum hevur arbeitt leingi við russiskum og eysturevropeiskum viðurskiftum, skrivaði um vikuskiftið, at alment fer flogvanlukkan leygarmorgunin neyvan at ávirka viðurskiftini millum Pólland og Russland, tí talan er um eina vanlukku.
-Men tá havt verður í huga, at vanlukkan hendi í Russlandi, og at hópdrápið í Katyn hevur eina serstøðu í polsku fólkahugsanini, er einki at ivast í, at nógvir póllendingar fara at fáa illgruna um eina russiska samansvørjing. Men helst verður hetta ein misnøgd í fólkinum, sum ikki fer at síggjast aftur á tí almenna pallinum, skrivaði Halvør Tjønn í Aftenposten.

___________________________________________________________________
FAKTA:
Lech Kaczynski
* Lech Kaczynski og tvillingbroren Jaroslaw vórðu bornir í heim tann 18. juni í 1949.
* Brøðurnir styðjaðu fakfelagsleiðaran Lech Walesa, og teir høvdu eisini ein týðandi leiklut, tá Walesa varð valdur til forseta í 1990.
* Lech Kaczynski var løgmálaráðharri í stjórnini hjá Jerzy Buzek, sum bleiv forsætisráðharri í 1997.
* Lech Kaczynski varð valdur til forseta í 2005, og árið eftir varð bróðurin Jaroslaw valdur til forsætisráðharra. Hesa tíðina bleiv Pólland ofta umrøtt sum "tvíburðarlýðveldið", til Jaroslaw fór frá í 2007.
* Lech Kaczynski var kendur sum ein konservativur katolikkur, og hann og bróðurin vórðu ofta lagdir undir at eggja til høgrapopulistiska tjóðskaparkenslu.
* Sum forseti var Kaczynski ímóti liberalistiskum búskaparpolitikki, og tað vísti hann við at nýta sýtingarrætt forsetans ímóti fleiri lógaruppskotum hjá Donald Tusk, forsætisráðharra og stjórn hansara.
___________________________________________________________________

____________________________________________________________________
FAKTA
Hópdrápið í Katyn
* Eftir boðum frá Josef Stalin sjálvum beindi russiska loynløgreglan fyri millum 15.000 og 20.000 póllendingum, teir flestu hermenn og heryvirmenn, í trimum hópdrápum har vesturi í Russlandi tíðliga í 1940. Umleið 4.500 teirra vórðu myrdir í Katyn.
* Hópgravirnar vórðu avdúkaðar, tá týskararnir gjørdu innrás í Sovjetsamveldið. Moskva legði týskararnar undir at hava framt hópdrápið.
* Ikki fyrr enn í 1990 viðgekk Mikhail Gorbatsjov, forseti, at tann loyniliga løgreglan hjá Stalin hevði myrt póllendingarnar. Seinni hevur Pólland biðið um, at teir seku verða drignir til svars fyri illgerðina.
* Fyrst í síðstu viku vóru forsætisráðharrarnir báðir, Vladimir Putin og Donald Tusk, til eitt minningarhald til minnis um tey, sum doyðu í Katyn. Tilburðurin bleiv mettur sum eitt týðandi semjusøkjandi stig landanna millum.
____________________________________________________________________