Tíðindaskriv frá Bókhandlarafelagnum
????????
Í arbeiðsskjalinum sigur arbeiðsbólkurin, sum hevur arbeitt við at endurskoða føroysku av-gjaldsskipanina seg ong-ar góðar grundir duga at finna, sum rættvísger at MVG ikki skal gjaldast av bókum.
Men her kann ikki vera leita væl og leingi , tí tá MVG lógin á sinni var samtykt, var orða-skifti á tingi, har nógv góð sjónarmið komu fram, um hví júst bøkur ikki skulu vera MVG skyldugar.
Ein arbeiðsbólkur hevur sitið í ES, stuðlaður av Unesco, sum hevur roynt at fingið øll limalondini at lækka ella heilt at strika MVG av bókum.
Svenska stjørnin tók avleiðingarnar av hesum arbeiði, og lækkaði MVGið frá 25 niður á 6%. Úrslitið er ein vøkstur í søluni, sum liggur omanfyri tey 20 %. Somuleis eru greiðar ábendingar um, at tá prísurin á bókum hækkar, so lækkar sølan við tilsvarandi prosentum.
Hetta er tað sum stendur í skjalinum frá ES nevndini.
Hví prentaðar bøkur ikki skuldu verið MVG skyldugar:
Bøkur er vegurin til mentan, útbúgving og kunnleika av øllum slag. Lesnaður, sum kann vera undirhald eins væl og servitan, bæði til børn og vaksin, mennir lesiførleika og uppfatan, og fremur vøkstur.
Okkara samleiki livir víðari gjøgnum tað skrivaða orðið.
Einki MVG á bókum: Fyrimunir fyri viðskiftafólkið.
0% førir til lægri prísir á bókum, lægri prísir føra til fleiri bøkur verða keyptar og lesnaðurin verður øktur.
Viðskiftafólkini hava fleiri møguleikar, og meiri at velja ímillum, av tí at fleiri bókhandlar eru, og teir hava størri úrval.
Einki MVG á bókum: Fyri búskapin.
Styrkir búskapin, av tí at støðið á útbúgving, mentan og á lívslongum læruskipanum, fer at hækka.
Økir íløguhugin og fleiri fólk fáa arbeiði í bókaheiminum. Ein sunn vinna førir til størri skattainntøkur til landskassan.
Elvir nýhugsan og virkishug hjá útgevararum og bókasølum.
Soleiðis vilja tey stóru londini verja sína egnu mentan og sítt fjølbroytni. Á føroysk-um koma 130 bøkur út um árið. Tað er ikki nógv, tá hugsa verður um, at á donskum koma fleiri enn 10.000 og á enskum í 100.000 tali. Tær vera stuðlaðar á ymsan hátt, sum støðan er í dag. Og hóast tað, er ein stórur partur av hesum útgávum, sum ikki bera seg fíggjarliga. Før-oyskar bøkur vera ikki skrivaðar og útgivnar við vinningi fyri eyga.
Heðin Brú segði á sinni, at vit liva ikki her á oyggjunum av praktiskum ávum. Tað merkir í veruleikanum, at um vit ikki høvdu okkara egna mál og mentan, so vildi fólkatali her bert verið ein partur av tí tað er í dag. Og tann sum hevur ábyrdina av hes-um her og nú, er eingin annar enn vit sjálvi.
Tað má ikki henda, at hetta sum fleiri ættarlið av hugsjónarfólki hevur bygt upp, verður brotið niður av tekniskum ávum.
Legg ikki skatt á lesing!x