? Leggi nakað positivt í vitjanina hjá Nyrup

? Eg rokni við, at hann nú vil gera sítt til at fáa samstarvið aftur í rættlag, og eg vænti, at tað verður tað, sum hann fer at røða um á landsstevnuni í morgin, sigur Jóannes Eidesgaard í viðmerking til tað, at Poul Nyrup Rasmussen nú vitjar landsstevnuna hjá Javnaðarflokkinum

Eirikur Lindenskov


? Eg havi hug at leggja nakað positivt í tað, at Poul Nyrup Rasmussen prioriterar landsfund okkara so frammaliga, hóast landsstýrið fær ein stóran part av vitjanini.

Hetta sigur Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, tá vit spyrja hann, hvat hann leggur í tað, at Poul Nyrup Rasmussen nú kemur á landsfund hjá Javnaðarflokkinum eftir ta stóru ósemju, sum hevur verið millum føroyska og danska Javnaðarflokkin.

? Eg rokni við, at hann nú vil gera sítt til at fáa samstarvið aftur í rættlag, og vænti eg, at røða hansara á landsfundinum fer at snúgva seg um hetta, heldur Jóannes Eidesgaard, sum eisini roknar við, at Poul Nyrup Rasmussen nú fer at royna at finna fram til, hvat varð galið í samstarvinum.

Eisini hevur formaður Javnaðarfloksins lagt sær í geyma, at forsætisráðharrin hevur lagt stóran dent á, at hann ikki fer at leggja seg út í føroyska kjakið um fullveldi.

? Hetta eru aðrir tónar. Tí tá vit sótu í landsstýrinum í 1993 - tá kreppan leikaði upp á tað harðasta - tá var boðskapurin júst tann øvugti. Tá blandaði Poul Nyrup Rasmussen og stjórn hansara seg í alt, sum vit gjørdu í Føroyum. Hetta kundi bent á, at teir av lært av mistøkunum, heldur Jóannes Eidesgaard, sum vísir á, at tað vóru tveir javnaðarflokkur, sum sótu við leiðsluni í báðum londunum - og var tað júst hendan uppíleggingi, sum var orsøkin til vánaliga samstarvslagið.


Góð viðurskifti við javnaðartingmenn

? Men hava Poul Nyrup Rasmussen og Jóannes Eidesgaard tosað um hesi viðurskifti?

? Jú, tað hava vit. Beint áðrenn summarfrítíðina bjóðaði forsætismálaráðharrin mær til frokost í forsætismálaráðnum, har vit tosaðu um tingini. Hann spurdi m. a., hvussu vit aftur kundu endurreisa samstarvið og álitið millum báðar flokkarnar.

? Samstarv er jú aðaltátturin í javnaðarpolitikkinum - eisini tvørtur um landamørk, sigur Jóannes Eidesgaard.

Føroyski fólkatingsmaðurin sigur seg annars hava góð viðurskifti við flestu leiðandi javnaðarumboðini í Fólkatinginum - hóast orrustuna kring formansvalið í vár, tá Jóannes Eidesgaard var orsøkin til, at Birte Weiss ikki varð vald til fólkatingsformann, men vinstramaðurin Ivar Hansen.


Hava tosað saman um framtíðar samstarv

? Men er hetta so ein roynd at fáa teg upp í tingbólkin hjá Javnaðarflokkinum?

? Tað veit eg ikki reiðiliga, um eg kann siga. Kanska hetta er ein spinkul roynd, men tað kemur so ikki upp á tal, ger føroyski fólkatingsmaðurin greitt.

Hann sigur tó, at hann ikki hevur gloymt ósemjuna millum flokkarnar - men at hetta ikki er nakað, sum hann gongur og hugsar um dagliga - ella nakað, sum nívir hann.

? Hetta er eisini í tráð við tann stemning, sum nú er í føroyska samfelagnum í mun til fyrr í ár. Nú er alt broytt, og viðurskiftini eru ikki so spent meira. Soleiðis er eisini mítt forhold til danska Javnaðarflokkin ikki longu so spent - men meira avslappað og skilagott. Vit eiga nú at líta frameftir, og tað gamla aggið kann eg ikki brúka til nakað, sigur Jóannes Eidesgaard.

Formaður Javnaðarfloksins sigur tó, at hann nú fer at lurta eftir, hvat landsfundurin fer at siga - eisini til støðu hansara í Fólkatinginum - og til danska brøðraflokkin. Hann heldur tað verða ov tíðliga at siga nakað um samstarv í framtíðini, men hann ger tó greitt, at ongar formligar broytingar henda hetta valskeiðið.