Leggja á al-Qaida

Stjórnin í Jemen sigur, at hon fer at brúka alla landsins hermegi til at gera av við bólkar, sum yvirgangsfelagsskapurin a-Qaeda hevur har í landinum. Tað er ikki óhugsandi, at stjórnin fer at biðja útlendskar hermenn um hjálp, men tað kann fáa álvarssamar avleiðingar.

Umleið 150 muslimskir leiðarar hava boðað frá, at teir fara at skipa fyri heilagum kríggi, um útlendskir hermenn koma til Jemen.

Hinvegin hava teir muslimsku leiðararnir einki ímóti, at stjórnin brúkar sínar egnu hermenn í bardaganum við al-Qaeda, skrivar reuters úr høvuðsstaðnum Saana.