Sveinur Tróndarson
Fyrradagin var Vinnunevndin hjá løgtinginum liðug at viðgera løgtingsmálið um fyrsta útbjóðingarumfar og nakrar tímar seinni var álitið lagt fyri tingið.
Niðurstøðan av nevndarviðgerini var, sum sagt í blaðnum í gjár, at undirtøka ikki fekst fyri at leggja eina framtíðar oljuhavn í Suðuroy. Javnaðarflokkurin stóð einsamallur við sínum broytingaruppskoti, sum tí neyvan verður samtykt.
? Tað var einastandandi keðiligt, at tað hatta skuldi vera endin, men vit boyggja okkum fyri meirilutanum, sigur formaðurin í Suðuroyar Oljuvinnuráð, sum hevur gingið undan í stríðnum fyri at tryggja suðuroyingum oljuvinnuna.
Viberg Sørensen sigur, at hetta bara er enn eitt dømi um hvussu líkaglaðir politikkararnir eru við Suðuroynna.
? Tak til dømis Strandferðsluna. Hon liggur í hálvum gekki og vit kunnu nóg illa fáa eitt avloysaraskip meðan Smyril fer í dokk. Teir siga, at eingir pengar eru tøkir til tað, sigur Viberg Sørensen.
Fáa vit als
einki burturav
Úrslitið av, at tað ikki fekst undirtøka fyri at leggja oljuhavnina í Suðuroynni verður, sambært Viberg Sørensen, at nú verður Suðuroyggin við sviðusoð. Frástøðan til oljuøkini, sum eru í fyrsta útbjóðingarumfari, eru stytst úr Suðuroynni, men, heldur hann, tað tykjast politikkararnir vera fullkomiliga líkaglaðir við.
? Um so var, at oljuhavnin varð løgd her suðuri, so hevði tað givið av sær norðureftir av náttúrligum ávum. Verður oljuhavnin løgd norðanfjørðs, so fáa vit púrasta einki burturav.
Men hevði vandin ikki verið, at t. d.. øll umsitingin kortini hevði verið í Havn. Umstøðurnar eru munandi betri til tað her norði?
? Tað er møguligt, men varð oljuhavnin løgd her, so hevði í hvussu er ein partur av umsitingini verið lagdur her, umframt alt annað, sigur hann.
Men hvat ætla tit tykkum at gera við niðurstøðuna hjá Vinnunevndini?
? Vit kunnu einki gera, tí vit fáa einki gjørt. Suðuroyar Oljuvinnuráð er ikki nakar maktfaktorur, og tí kunnu vit ikki gera annað enn at boyggja okkum fyri meirilutanum, sigur Viberg.
Men merkir tað so, at tit hava verið ov vánaligir at gera tykkara arbeiði at ávirka politikkararnar?
? Tað kanst tú kanska siga.
Samferðslan
hevði batnað
Sum nevnt omanfyri, so heldur Viberg ikki nógv um viljan hjá politikkarunum at bøta um samferðsluviðurskiftini hjá Suðuroynni við meginøki.
Gongdin, nú Strandferðslan skal hava avloysaraskip fyri Smyril, hevur ikki gjørt hann veikari í trúnni uppá, at politikkararnir leggja ov lítið í tað sum fyriferst í Suðuroynni.
Tí er hann serliga vónbrotin av, at oljuhavnin ikki verður løgd í Suðuroynni. Tað hevði nevniliga eisini havt við sær, at samferðslan á ein ella annan hátt hevði verið gjørd betri. Virksemið sunnan fyri hevði tá verið so stórt, at politikkararnir høvdu verið noyddir at bøta um samferðsluna við Suðuroynna, og tað hevði gjørt tað meira liviligt har suðuri.