Leggja nú fipurkaðal í Hvalvík

Øll húsarhald í víðfevndu Sunda kommunu skulu hava fipurkaðal, og nú verður arbeitt í Hvalvík.

 

Verkætlanin at leggja fipur inn í hvørt húsarhald í Sunda kommunu er nú komin til Hvalvíkar.

 

Tað siga tey í Sunda kommunu í morgun.

 

- Í sambandi við arbeiði kann ferðslan verða tarnað, og heitt verður á fólk um at vísa varsemi.

 

Hin 6. apríl í ár boðaði Sunda kommuna frá, at tey júst henda dagin løgdu fipurkaðal í Streymnesi.

 

Fyri góðum ári síðan - ella hin 27. mai í fjør - varð arbeitt við at leggja fipurkaðal á Oyri.

 

Nú er verkætlanin so komin til Hvalvíkar, soleiðis sum boðað verður frá í dag.