Tann 1. februar leggur Marianne Telling frá sær sum prestur í Vági, har hon hevur starvast síðani 1. november 2001.
Sjálv sigur hon, at tað eru tvinnar orsøkir til, at hon nú sigur upp. Onnur er tann, at tað verður ov nógv dálkað í Vági. Alt ov nógvur dieselroykur frá alt ov gomlum bilum verður sleptur út í luftina í Vágsbygd. Hin orsøkin er, at eingin ger nakað við hendan trupulleikan, sigur tann fráfarandi presturin.
Føroyingar ikki tilvitaåir um umhvørvið
Marianne Telling leggur stóran dent á, at tað als eingin illstøða ella ósemja er millum hana og og fólkið í Suðuroyar sunnara prestagjaldi. Tvørturímóti dámar henni væl vágbingar og fólk í grannabygdunum, og húskið hevði eisini ynskt at búð í Vági í nógv ár framyvir.
Men av tí at ovurviðkvæmi er í familjuni, kunnu tey ikki halda fram við at búgva í Vági.
Marianne Telling heldur ikki, at føroyingar eru serliga tilvitaðir um, hvat vit lata út í umhvørvið, og hon sigur, at tað er eingin, sum hevur nakað eftirlit við, hvat fer út í luftina. Hon sigur, at bál við vandamiklum royki hava verið at sæð á keiini og næstan í skúlagarðinum, sum hon tekur til, og hetta kann hon ikki als góðtaka.
- Sjálvandi finnur tú reina luft, um tú fert tær ein túr niðan í fjøllini, og hagar hava vit eisini roynt at farið. Men tað er ikki gerandisdagurin, sigur Marianne Telling, sum í ssama viðbragdi leggur til merkis, at ein diesellastbilur stendur uttan fyri pretsagarðin í tómgongd.
Mentunarlívið missir
Hetta er Marianne eitt sindur ill um. Hon hevur tosað við fólk í bygdini um hetta, og sjálv sigur hon, at hesum kanst tú liva við eina tíð, men ikki í longri tíð.
Marianne Telling og maðurin eiga trý smá børn, og sjálv heldur hon ikki, at hon kann bjóða teimum hetta eksperimentið, ið eingin ger nakað við, sum hon nevnir hugburðin hjá teimum kommunalu myndugleikunum í Vági, til tað sum fer fram á umhvørvisøkinum í Vági.
- Eingin ger nakað við hetta, og sum prestur eigur tú at gera vart við, um vit oyðileggja okkum sjálvi við dieselolju og øðrum, sigur Marianne Telling, ið sum nevnt leggur dent á, at hon og húskið hava havt tað gott í Vági. Maður hennara, Claus Telling, hevur sera virkin í m.ø. tónleikalívinum í Vági, og sum Sosialurin skilir, harmast vágbingar um, at húskið nú flytir av landinum, tí tað verður stórur missur fyri mentunarlívið í bygdini. Marianne Telling ætlar sær nevniliga ikki at søkja starv í nøkrum øðrum prestagjaldi í Føroyum, men heldur at flyta á bygd í Danmark, har hon ætlar at halda fram sum prestur.
Jógvan Krosslá, borgarstjóri í Vági, er ikki samdur í umhvørvismetingini hjá presti. ? Tað kann altíð gerast betri allastaðni. Eg havi verið víða um í verðini, men tað hevur iki verið verri enn her í Vági. Tað er ikki vanligt at brenna bál á keiini, so hetta kann ikki vera orsøkin til, at prestahjúnini flyta, sigur Jógvan Krosslá.