Tað fer at leggja størri trýst á Leirvíksfjarðaleiðina, at Eimskip nú er givið at sigla til Klaksvíkar.
Hvørja viku hevur Eimskip flutt millum 10 og 20 byngjur úr Klaksvík, og hesar byngjur skulu framyvir flytast bæði aftur og fram um Leirvíksfjørð.
Frammanundan siglir Dúgvan á tremur við fólki og bilum, og tí kemur byngjuflutningurin at økja trýstið á hesa farleiðina.
? Klaksvíkar býráð kann ikki góðtaka, at útflutningurin fer at økja trýst á Leirvíksfjarðaleiðina og at Klaksvíkar Havn missir inntøkur, sum tað hevur rætt til, sigur Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík.
? Dúgvan siglir sum er á tremur næstan hvønn túr, men vit ætla at klára farmin hjá Eimskip eisini. Um tað verður neyðugt, kunnu vit sigla eykatúrar, sigur Heini á Borg, leiðari av Farmaleiðum hjá Standferðsluni.
Tænastan
Eimskip er farið at brúka tvey nýggj skip, sum bæði eru størri og sigla skjótari enn skipini, sum felagið brúkti frammanundan. Hetta ger, at Klaksvík er tikið av ferðaætlanini.
Eimskip hevur tó lovað, at felagið fer at bjóða somu tænastu til síni viðskiftafólk í Klaksvík, og hendan tænastan verður, at felagið koyrir byngjurnar suður til Havnar við trailarum.
? Sjálvandi er tað ein fyrstafloks tænasta, at skipið kemur í havn eftir farminum, men vit ælta at gera alt fyri, at okkara kundar í Klaksvík framyvir eisini fáa eina góða tænastu, sigur stjórin á Eimskip, Linda Gunnlaugsdóttir.
Eimskip vil ikki upplýsa, hvussu nógvan farm felagið hevur flutt úr Klaksvík seinastu tíðina, men Sosialurin skilir, at tað vanliga er talan um millum 10 og 20 byngjur.
? Vit ætla at brúka Strandferðsluna, og vit fara eisini at samstarva við tey, fyri at fáa hetta at bera til, sigur stjórin á Eimskip.
Flyta so hvørt
Dúgvan siglir hvønn dag um 10 túrar millum Klaksvík og Leirvík, men um tað verður neyðugt við eykatúrum framyvir, ætlar Strandferðslan at sigla meira.
? Sjálvandi kemur tað at merkjast, at Eimskip skal flyta byngjurnar við Dúgvuni, men eg kenni meg vísan í, at vit fara at klára hendan flutningin eisini, sigur Heini á Borg.
Eimskip siglir úr Føroyum leygardag, og Heini á Borg heldur, at møguleikar eru fyri at sigla eykatúr fríggjakvøld, um hetta gerst neyðugt.
? Allur flutningurin er ikki í senn, og tí hjálpir tað, um tað ber til at flyta byngjur leypandi gjøgnum fleiri dagar, heldur hann.
Ágóðin av útflutninginum
Klaksvíkar býráð hevur havt fundarvirksemi um støðuna, sum er íkomin, eftir at Eimskip boðaði frá, at tað fór at gevast at sigla til Klaksvíkar.
? Vit kunnu ikki góðtaka, at tað verður lagt enn størri trýst á Dúgvuna, sum frammanundan hevur trupult við at klára flutningin. Og vit kunnu heldur ikki góðtaka, at Klaksvíkar havn ikki fær fíggjarligan ágóðan av tí útflutninginum, sum er úr Klaksvík, tá vit nú hava gjørt stórar íløgur í havnina, sigur Jógvan við Keldu, borgarstjóri í Klaksvík.
? Tí fer hvørki havnanevndin ella Klaksvíkar býráð at góðtaka hesa støðuna, og vit fara at venda okkum til skipafeløgini og Vinnumálastýrið, sigur hann.
Verri umstøður
Jógvan við Keldu sigur, at býráðið ætlar sær ikki at blanda seg uppí, hvat Eimskip ger, men hann heldur tað verða vanligan handilsmoral, at felagið ikki boðaði býráðnum frá, at tað fór at gevast at sigla til Klaksvíkar.
? Tá Eimskip fór undir at sigla til Klaksvíkar, var leiðslan í felagnum fleiri ferðir á fundi við okkum fyri at finna út av, hvussu alt skuldi fáast at bera til. Men nú teir gevast, hava vit ikki hoyrt eitt orð frá teimum.
? Klaksvíkar havn kemur at missa inntøkur, trýstið á Dúgvuna fer at økjast enn meira og umstøðurnar hjá útflutningsvinnuni í Klaksvík versnar. Tað kunnu vit ikki góðtaka, sigur ein avgjørdur borgarstjóri í Klaksvík