Ílegugranskingin kann gerast lokomotivið

? Møguleikarnir, sum liggja í ílegugransking í Føroyum, eru stórir og altjóða áhugaverdir. Um vit velja at loyva henni, verður hetta okkara granskingarlokomotiv, skrivar Bogi Eliasen í analysuni í dagsins Tinghellu

Bogi Eliasen
Cand.scient.pol
??????????????
Seinastu árini hevur gransking verið nógv umrødd í Føroyum eins og í meginpartinum av heiminum. Henda samgongan nevndi eisini granskingina sum eitt umráðandi øki at styrkja. Røddir hava eisini verið frammi um at gera ein granskingardepil, serliga við atliti at náttúruvísindini, á Sundi. Altjóða verður Research & Development (R&D) ella Gransking & Menning (G&M) ofta havt lofti
Vit hava ikki nøktandi gransking í Føroyum samanborið við grannalond okkara. Pál Weihe hevur roynt at hugt at, hvussu støða okkara er, men vísir samstundis á, at hagtøl vænta, so uppgerðin hevur ein ávísan ótryggleika. Í uppgerðini frá OECD fyri 2002 sæst, at Svøríki brúkar 4%, Finland 3,5% og Danmark 2,5% av BTÚ til gransking, og at almenni parturin er undir 1%, meðan restin er fíggjað privat. Um vit leysliga siga, at føroyska BTÙ er 10 mia., skuldu Føroyar brúkt 400 mio. til gransking fyri at brúka lutfallsliga líka nógv til gransking sum Svøríki. Pál Weihe metir leysliga, at undir 1% av BTÙ verður brúkt til gransking í Føroyum.
Tað skal heldur ikki skiljast, sum vit ikki hava gransking á høgum støði, tað hava vit. Vit hava nakrar úrmælingar, sum eisini vekja altjóða ans við sínum arbeiði, og vit hava Fróðskaparsetrið og nógv samfelags-gransking er gjørd av Granskingardeplinum seinastu árini. Eisini Granskingarráðið hevur ein týðandi leiklut, bæði við at fíggja, men eisini við at seta gransking á dagsskránna í Føroyum. Pál er m.a. komin eftir í sínari kanning av endugeving-um av greinum innan lækna-vísind í tíðarskeiðnum 1993-2003, at vit liggja á einum sjeynda plássi, um hugt verður eftir endurgevingum lutfallsliga í mun til fólkatalið.
Eitt áhugavert í eygleiðingini hjá Pál er tó, at í Føroyum letur tað almenna nakað til gransking, meðan tann privati parturin er serstakliga lítil. Í grannalondum okkara er privati parturin í gransking bróðurparturin. Útfrá hesari kanning kann sigast, at okkum tørvar at styrkja granskingina í Føroyum. Um vit samanbera okkum við grannalond okkara, skal privati parturin eisini taka sín part av hesi menning. Hinvegin ger henda vitan eisini, at vit eiga at hyggja at, hví støðan er soleiðis. Ein løtt frá-greiðing kann verða, at flestu føroysku virkini eru so lítil, at tey ikki hava styrki til at seta orku av til gransking, og tí er ilt at hugsa sær, at vit skulu hava sama bygnað á hesum øki, sum grannalond okkara hava. Tað kann sigast, at tann parturin, ið privati kapitalurin fíggjar í grannalondum okkara ikki verður brúktur til gransking hjá okkum.
Hví gransking?
Gransking er menning. Eitt aðalendamál hjá einum samfelag má altíð verða at menna seg.
Í dag eru vit, sum partur av heiminum, við í einari alheimsgerð, har kappingin er hørð. Vit eru eitt lítið samfelag, sum ikki kann átaka sær hópframleiðslu í nøgdarkapping, tí vit hava hvørki arbeiðsmegina ella rávøruna, samstundis eru vit eitt hálønarsamfelag, sum ikki kann kappast við láglønarsamfeløg í løn. Vit hava allar dygdir til at verða eitt dynamiskt vitanarsamfelag. Miðalútbúgvingin er høg, samfelagið er lítið og harvið lætt at umstilla, og vit eru sterk innan m.a. fiskivinnuloysnir. Hyggja vit at okkara høvuðsvinnu, fiskivinnuni, í altjóða ljósi, sæst, at her er hørð kapping. Fiskur verður í stóran mun sendur til Kina at virka á stórum flakavirkjum við arbeiðsfólki til serstakliga lítla løn. Lond sum. Ísland gera hetta og sjálvt Russland, og tí má hetta metast at verða ein av framtíðarinnar arbeiðshættum. I dag ber til fyri rímiligan kostnað at flyta fiskin langt til framleiðslu.
Tí er neyðugt t.d. innan føroyska fiskivinnu at leggja seg t.d. eftir at framleiða luksus-vørur. Ynskja vit framhaldandi at hava munandi arbeiði innan fiskivinnu á landi í Føroyum, er tað góðskan, ið skal selja. At finna hesar luksusvørur, tvs. gera nýggjar luksusvørur, og finna marknað teirra ella øvugt at finna útav, hvørjar luksusvørur, ið longu hava marknað, har vit hava rávøruna, er eisini gransking. Tí er neyðugt at gera íløgur til gransking í fiskivinnuni. Í alivinnuni er eisini tørvur á gransking fyri at finna útav, hvussu tað ber til at gera hana lønandi í Føroyum.
Eisini er brúk fyri gransking á øðrum økjum. Júst við at leggja okkum eftir vitanarsamfelagnum kunnu vit skapa virksemi, sum ikki er beinleiðis tengt at fiskivinnuni og harvið fáa fleiri bein at standa á. Hetta er samstundis eitt øki, sum lættari ber til at arbeiða altjóða við. Eitt átak sum Bitland arbeiðir við at gera stórar altjóða granskingarverkætlanir innan ymisk økir í Føroyum.
Gengransking
Eitt øki, sum er nógv frammi er ílegu- ella gengransking. Ílegugransking hevur verið nógv umtalað seinni árini, og t.d. í 1998/99 var talan um at hava eitt samstarv við Decode og soleiðis hava ílegugransking í Føroyum. Politiskt var ikki meiriluti fyri at loyva ílegugransking. Hetta kom bæði av óttanum fyri etisku trupulleikunum, átrúnaligari angist fyri hesum øki, og kanska vandanum fyri misnýtslu av slíkari vitan í okkara lítla samfelag.
Í 2004 er heimurin komin nakað longri, hvat gentøkni viðvíkur. Decode er vorðið eitt stórt alheimsfelag innan hetta øki, og arbeitt verður nógv við at menna genetiska sjúkraviðgerð, sum hevur væl minni hjáárin enn vanliga viðgerðin vit kenna ídag. Arbeitt verður somuleiðis polit-iskt við at loyva ílegugransking í framtíðini. Fyri Føroyar verður hetta ein neyðugur leistur, bæði tí at hetta uttan iva verður framtíðin innan sjúkraviðgerð á hægsta stigi, og tí at vit í Føroy-um hava livað avbyrgd frá umheiminum, tí hava vit nakrar serføroyskar arvaligar (genetiskar) sjúkur og eisini ein øktan títtleika av fleiri sjúkum. Teim serføroysku sjúkunum fer eingin annar enn vit at granska í, og tí er tað okkara egna ábyrgd. Hinvegin ger tað, at vit hava livað avbyrgd frá umheiminum, okkum áhugaverd í alheims granskingarsamhangi og kann hetta verða við til at t.d. fáa altjóða granskingarverkætlanir í Føroyum innnan ílegugransking.
Í hesum samanhangi eru ætlaninar um at gera ein granskingardepil í Føroyum serstakliga áhugaverdir, soleiðis kunna vit gera ein depil við nýggjastu útgerð, sum allir partar í náttúruvísindini kunnu brúka. Landið er ov lítið til, at partarnir hvør sær hava orku til at hava nýggjastu útgerðina, soleiðis at bæði almennir og privatir partar hava møguleika fyri gransking.
Eitt slíkt laboratorium kundi rúmað framtíðar føroyskari ílegugransking. Ílegugransking og viðgerð er komin fyri at verða, og vit koma at brúka hesa tøkni í framtíðini. Antin keypa vit hana uttanífrá og kunna sum so ongan etiskan standard seta, ella gera vit tað sjálvi, og innan fyri tey mørk okkara samfelag er til reiðar at góðtaka. Harafturat kann eitt granskingarumhvørvi innan hesa vísind verða við til at gera Føroyar til eitt avbjóðandi stað hjá læknum og ílegugranskarum at koma at arbeiða.
Eiga fleiri granskarar
Vit eiga fleiri fólk, sum arbeiða sum granskarar uttanlands. Um vit í framtíðini vilja hava hesi og onnur við granskingaráhuga heimaftur er neyðugt, at vit geva teimun umstøður at granska í Føroyum. Tí er tað kanska eisini eitt gott hugskot at savna alla gransking á einum stað, fyri at skapa eitt granskingarumhvørvi, her verður eisini hugsað um t.d. samfelagsvísind, málvísind osfr..
Møguleikarnir, sum liggja í ílegugransking í Føroyum, eru stórir og altjóða áhugaverdir. Um vit velja at loyva henni, verður hetta okkara granskingarlokomotiv, sum umframt altjóða áhugaverda gransking kann verða við til at fáa útlendingar hendavegin, og harvið bæði skapa okkum eitt altjóða granskingarumhvørvi. Sum hjáágóða eitt altjóða sjúkrahúsumhvørvi, har vit fáa læknar ymsastaðni frá, og kunna styrkja okkara viðgerðarhættir.
Hetta krevur, at vit vilja hava gransking. Øll gransking er onkursvegna slóðbrótandi, og tí elvir gransking oftani til siðsemiligar spurningar og ivamál. At satsa uppá gransking krevur tí eisini, at vit, so hvørt, hava dirvi til at taka teir torføru spurningarnar til viðgerðar og ikki bara kveistra ivamálini til síðis. Ílegugranskingin er kanska serliga torfør, tí hon kann geva okkum vitan, sum kanska fleri ikki ynskja og tí hon, sum viðgerð, fer inn og broytir í okkara grundleggjandi bygnaði, um tað er ein sjúk ílega, sum skal rættast. Framtøk innan læknavísindina hava ofta elvt til ákærur um, at læknarnir spæla Guð, og innan ílegutøknina er einki undantak, men í veruleikanum er talan um eitt menningarstig í okkara vitan um okkara likam. Tað er vanligt, at fólk eru bangin fyri tí nýggja. Men sum sagt áður, velja vit sjálvi at verða við, kunna vit sjálvi seta siðsømiliga markið fyri okkum. Velja vit ikki at verða við, fara vit um nøkur ár at keypa okkum til ílegutøkni, men tá eru tað ikki vit, sum seta mørkini.
Sum nevnt í byrjani, er ikki vist, at tann granskingarleistur grannalond okkara hava, riggar til hjá okkum. Vit eru eitt nógv minni samfelag.
Í fiskivinnuni kundi eitt hugskot verið, at ein ávísur prommillupartur av søluni av hvørjum kilo, fer í ein granskingargrunn, har verkætlanir síðan kunna søkja um fígging frá, t.d. til at menna nýggjar vørur ella vørur til nýggjar marknaðir. Leisturin er møguliga tryggari enn við beinleiðis fígging á fíggjarlógini, tí inntøkan í grunninum fer at verða leys av politisku skipanini.
Líknandi leistur kundi somuleiðis verið gjørdur fyri aðrar vinnur. Ein ágóði við einum slíkum leisti er, at tá privatir partar lata pening í ein slíkan grunn, krevja teir úrslit. Tí kann tað, at privata vinnan medfíggjar, eisini skapa ein dynamik, sum vit hava brúk fyri í føroyskari gransking. Tað er ikki nokk at siga, at tað almenna skal syrgja fyri allari gransking, helst fáa vit øll meira burturúr, um tað privata setur pening av til gransking eisini. Samstundis er eisini neyðugt, at vit luttaka í altjóða gransking, bæði við at fáa altjóða granskarar hendaveg, og við at føroyskir granskarar luttaka í gransking uttanlands og altjóða granskingarverkætlanum. Tøkniliga menningin gongur ógvuliga skjótt í dag, og tí er altavgerðandi at vit eru við, bæði heima og úti. Gransking & Menning eru lyklaorð fyri framtíðina sum vitanarsamfelag, og sum sæst á upphæddunum, grannalond okkara brúka alment eins og privat, er hetta eitt øki vit ikki eru á hædd við.