Sambært kanningini brúka meira enn helvtin av teimum spurdu tveir tímar um dagin uppá teldupost.
Men bara 12 prosent av teimum spurdu halda, at minst tríggir fjóðringar av teldupostinum hevur týdning. Hinvegin heldur triði hvør, at bert 25 prosent av teldupostinum eru týdningarmikil fyri virkið. Og heili 20 prosent siga, at bert 10. hvør teldupostur hevur nakran týdning.
Stjórin í fyritøkuni Plantronics, ið framleigur headsett, og sum hevur umbiðið kanningina, heldur at stóru nøgdirnar av telduposti stava frá, at starvsfólk brúka teldupost, har hetta ikki er rætta samskiftisloysnin, partvís tí tey onkantíð hava lært hvussu og nær, tú brúkar hesa tøkni. Philip Vanhoutte heldur, at teldupostur verður brúktur til “samrøðu” millum fólk, og hetta er teldupostur ikki ætlaður til.
Kanningin vísir, at teir spurdu leiðararnir sjálvir eru kritiskir í samband við, at teldupostur verður brúktur til innanhýsis samskifti í staðin fyri at fólk tosað saman.
Kelda: www.Industry.fo/Ingeniøren