Bókadeild KFUMs hevur givið eina nýggja bók við heitinum "Leiðir Harrans", sum Katrin Joensen hevur týtt. Í fleiri ár hevur Katrin Joensen týtt søgur at lesa upp fyri børnum. Nakrar av teimum eru savnaðar í hesi bók. Tær eru einfaldar og lættar at lesa, og fleiri teirra eru eisini hugtakandi lesnaður hjá ungum og vaksnum.
Sum heitið á bókini "Leiðir Harrans" eisini sipar til, so vísa søgurnar okkum á leiðir Harrans og minna okkum á at ganga tær. Permumyndina á bókini hevur Absalon Hansen tikið. Leiðir Harrans er 176 síður og kostar kr. 148, -