Leicester-stjørna leingir sáttmálan

Hóast leysasøgur hava gingið um, Riyad Mahrez skuldi skifta felag, so heldur vandamikli vongurin hjá Leicester fram í felagnum

Ein av høvuðsorsøkunum til, at Leicester framdi tað megnar bragd at vinna Premier League í farna kappingarárið, var vandamikli vongurin úr Algeria, Riyad Mahrez. Mahrez skoraði 17 mál og legði upp til 11 mál, og hetta gjørdi, at hann ímillum Premier League-leikararnar varð valdur til ársins leikara í Premier League í fjør.

 

Hetta hevur elvt til áhuga frá øðrum stórfeløgum. Serliga hevur verið tutl í krókunum um, at Arsenal hevur ligið frammi eftir Leicester-stjørnuni, men í gjárkvøldi gjørdist greitt, at framtíðin hjá 25 ára gamla Mahrez eisini er í Leicester.

 

Í gjárkvøldi gjørdist nevniliga greitt, at Mahrez hevur undirskrivað nýggjan sáttmála við Leicester. Nýggi sáttmálin er galdandi til 2020. Harvið fylgir Mahrez í fótasporunum hjá Jamie Vardy, sum eisini longdi sáttmála sín fyrr hetta summarið.

 

Tað hevur ligið væl fyri hjá Leicester at hildið upp á fólkið, ið vann felagnum tað stórbæra meistaraheitið í farna kappingarári. Einasti profilurin, sum ikki er at síggja í Leicester longur, er franski miðvallarin, N'golo Kanté, ið valdi at skifta til Chelsea hetta summarið.

 

Leicester hevur tó fingið eina vánaliga byrjan upp á nýggja kappingarárið. Fyrst tapti Leicester 2-1 ímóti Manchester United í Community Shield, og í fyrsta leikumfari í Premier League tapti Leicester somuleiðis 2-1 ímóti uppflytaraliðnum, Hull. Ímóti Hull skoraði Riyad Mahrez einsamalla málið hjá Leicester.