– Starvsfólk hava ikki rætt til løn, meðan arbeiðssteðgur er, stendur í leiðreglum hjá Fíggjarmálaráðnum. Og higar til hava pedagogar í verkfalli mist 2,5 dagar í summarfrí
Upplýsingarnir frá Kristinu Háfoss um siðvenju hjá Fíggjarmálaráðnum um at gjalda lønir til fólk í verkfalli sampakka ikki við leiðreglurnar hjá sjálvum Fíggjarmálaráðnum, sum eru upp á skrift á heimasíðuni hjá Fíggjarmálaráðnum.
Kristina Háfoss segði við in.fo í gjár, at Fíggjarmálaráðið seinastu 15-20 árini hevur havt sum siðvenju, at landið leggur lønina út, og so hevur man funnið eina loysn, tá ið verkfallið er liðugt. Hetta við antin at mótrokna hjá tí einstaka ella við at avtala við fakfelagið, hvussu man fær peningin afturgoldnan, segði Kristina Háfoss.
Men gott 18 ára gomlu leiðreglurnar hjá sama Fíggjarmálaráð siga júst tað øvugta:
»Tá ið arbeiðssteðgur verður settur í verk, halda setanarviðurskiftini uppat, og starvsaldur verður ikki vunnin, meðan arbeiðssteðgurin er. Lønin hjá starvsfólki, sum er í arbeiðssteðgi, skal verða afturhildin fyri tíðina, arbeiðssteðgurin er.«
Á privata arbeiðsmarknaðinum er støðan eisini púra greið: Løn verður ikki goldin, tá verkfall ella verkbann er, segði Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum greitt við in.fo.
Sambært leiðreglunum hjá Fíggjarmálaráðnum, so eru somu strongu krøv galdandi fyri starvsfólk, sum er sjúkrameldað, í barnsburðarfarloyvi, orlov við løn ella við niðursettari løn. Goldin verður heldur ikki frítíðarløn, frítíðarískoyti og eftirlønargjald.
Umframt lønina, so eiga starvsfólk hjá tí almenna eisini at lata inn amboð, lykla o. a., sum tey hava frá arbeiðsgevaranum, og tey vinna heldur ikki frítíð, meðan arbeiðssteðgur er. Tað vil siga, at lønta summfrítíðin í ár minkar alt eftir, hvussu langt verkfallið verður. Higartil hava limir í Pedagogfelagnum mist 2,5 dagar summarfrítíð í ár við løn.
Og starvsfólk kunnu heldur ikki fara í frítíð, fríganga ella hava sáttmálafrídagar, eftir at farið er í arbeiðssteðg.
– Hetta er eisini galdandi, um avtala varð gjørd um frítíð, frígongu ella sáttmálafrídag, áðrenn farið var í arbeiðssteðg, stendur í leiðreglunum.
Leiðreglarnar hjá Fíggjarmálaráðnum eru lýstar av Lønardeildini 27. oktober 1999.
Um siðvenjan er skapt fyri 15-20 árum síðani, so er tað Karsten Hansen, táverandi fíggjarmálaráðharri fyri Tjóðveldi, sum hevur skapt siðvenjuna, og so er tað gjørt samstundis sum Fíggjarmálastýrið, sum tað tá æt, gjørdi leiðreglunar, sum als ikki undirbyggja siðvenjuna.
Síðani 1999 hava hesi sitið sum landsstýrisfólk í fíggjarmálum:
1998-2003: Karsten Hansen
2004-2007: Bárður Nielsen
2007-2008: Magni Laksafoss
2008-2008: Karsten Hansen
2008-2011: Jóannes Eidesgaard
2011-2011: Aksel V. Johannesen
2011-2015: Jørgen Niclasen
2015 - : Kristina Háfoss