Moderatarnir undir leiðslu Lars Løkke Rasmussen, tykjast hava bitið seg fastar í eina trygga, høga undirtøku hjá veljarunum.
Í dagsins kanning, sum greiningarstovnurin Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau, standa Moderatarnir til at fáa 6,1 prosent og 11 tingsessir.
Tað fingu teir eisini í seinastu Voxmeter-kanning hósdagin.
Harvið fara Løkke og Moderatarnir at vera tann flokkur, sum skal gera av, hvør verður forsætisráðharri eftir valið.
Flokkurin hevur víst aftur at peika á eitt forsætisráðharraevni innan valið, og Moderatarnir krevja eina breiða stjórn um miðjuna.
Alternativið, sum annars tyktist hava vind í seglunum í valstríðnum, fara í dagsins kanning niður á 1,9 prosent og harvið undir sperrumarkið, sum er tvey prosent.
Her er tó ein statistisk óvissa hjá øllum flokkum í kanningini, og hjá Alternativinum er hon 0,8 prosentstig.
Reyði vongur stendur til at fáa 48,5 prosent av atkvøðunum, meðan blái vongur fær 45,3. Fyri báðar partar er óvissan 3,1 prosent.
Harvið minkir leiðslan hjá reyða vongi til 84 sessir, meðan blái vongur fær 80 sessir. Harafturat koma so teir 11 sessirnar hjá Moderatunum og tveir úr ávikavist Føroyum og Grønlandi.
Í dagsins kanning kann Liberal Alliansa fegnast um at vera komin upp 'a 6,1 prosent av teimum 1009 spurdu yvir 18 ár, sum er 13. til 15. oktober.
Tað er hægsta undirtøka hjá Liberal Alliansu hjá Voxmeter síðani oktober 2019, tá flokkurin sat í stjórn við Vinstra og teimum Konservativu.
Júst tey Konservativu fáa fyri aðru ferð á rað 8,9 prosent av atkvøðunum.
Søren Pape Poulsen og hansara fólk kunnu tí vóna, at tey hava steðgað bløðingini eftir fleiri keðilig mál fryri flokkin seinastu tíðina.
Fyri sløkum tveimum mánaðum síðani stóðu tey Konservativu til eina undirtøku upp á 16,5 prosent hjá Voxmeter.
Vinstri við forsætisráðharraevninum Jakob Ellemann-Jensen sum formanni er við´14,4 prosentum av atkvøðunum greitt størsti flokkur á bláa veingi.
Javnaðarflokkurin við Mette Frederiksen, forstætisráðfrú, á odda fær 26,1 prosent í kanningini, sum størsti flokkur á Fólkatingi, meðan Danski Fólkaflokkurin við 2,6 er tann minsti flokkurin, sum er oman fyri sperrumarkið.
Tað er framvegis langt upp til sperrumarkið hjá Kristendemokratunum og Frí Grønu, sum hava undirtøku frá ávikavist 0,4 og 0,9 prosentum av veljarunum.
/ritzau/