Íslendska liðið skuldi koma til landið í gjár, og í dag ber til at síggja teir í Gundadali móti einum styrktum B36-liði. Ein HB-ari spælir við Leiftur, og tveir B68-arar spæla við B36 í dag. Hvat hetta merkir, er ilt at siga, men okkurt kundi bent á, at hóast tað er tann fyrsti, so er tað ikki tann seinasti dysturin hjá Øssuri Hansen og Fróða Benjaminsen í B36-búnanum.
Tveir HB-spælarar verða eisini við á B36-liðnum í dag. Tað er málverjin Kaj Leo Johannesen, sum nú ætlar sær at gevast á hægsta stigi, og Magni á Lakjuni, sum spældi seinnu helvt av landskappingini í ár við HB.
Á hinum liðnum er vert at leggja merki til, at umframt Jens Martin Knudsen og Una Arge stendur Hans Fróði Hansen eisini á spælaralistanum.
Liðið hjá B36 í dag er hetta: Egin Høgnesen, Arnbjørn Danielsen, Pól Thorsteinsson, Jan Guttesen, Jens Kristian Hansen, Jákup á Borg, John Petersen, Allan Manai, Ronnie Samuelsen, Rógvi Róin, Bjarni Prior, Herbert í Lon Jacobsen, Áki Mørk, Kenneth Jacobsen, Mikkjal Thomassen, Kaj Leo Johannesen, Magni á Lakjuni, Øssur Hansen og Fróði Benjaminsen.
Og liðið hjá Leiftur er: Jens Martin Knudsen, Uni Arge, Hans Fróði Hansen, Tórvaldur Jónsson, Baldur Bragason, Sindri Bjarnason, Tórvaldur Guðbjørnsson, Steinn Vidar Gunnarsson, Páll Gislason, Jóhann Møller, Hreiðar Gunnólfsson, Páll Guðmundsson, Steinar Ingimundarson, Max Beldunen og Jan Ekmann.
Nøvnini á íslendska liðnum siga kanska ikki føroyingum so nógv, men liðið telist millum tey bestu í Íslandi og skal spæla í UEFA Cup-kappingini komandi ár.
Leiftur spælir móti B36 í dag klokkan 15.00, og í morgin gongur leiðin til Klaksvíkar, har íslendska liðið í morgin skal spæla móti KÍ. Tann dysturin verður eisini klokkan 15.00.