Leiga virkið í óásetta tíð

Teir, sum hava leigað flakavirkið í Hvalba ætla at halda fram.

Teir, sum hava leigað flakavirkið í Hvalba ætla at halda fram.

Í summar leigaði ognarfelagið Hamranes flakavirkið í Hvalba frá Ny Kredit.

Avtalan var, at tey skuldu leiga flakavirkið í tríggjar mánaðir, til 1. oktober.

1. oktober var mánadagin

Men í fyrradagin segði stjórin í Hamranesi, Harald Eirikstoft, at avtala er gjørd við Ny Kredit um at leingja leigumálið í óásetta tíð.

Harald Eiriksoft sigur, at henda tíðin, teir hava leigað virkið, hevur verið sera slak til arbeiði við tað, at ?høvuðsleverandørarnir³, báðir hvalbiartrolararnir hava verið burtur. Steintór hevur til sandblásingar og Niels Pauli í Barentshavinum.

Av tí sama hevur arbeiðið ikki verið av tí nógva, ein, tveir, tríggjar dagar um vikuna.

Men Harald Eirikstoft heldur, at útlit eru til, at tað verður frægari. Steintór er farin til fiskiskap og Niels Pauli fer nú.

Hann sigur, at endamálið er heilt greitt, at keypa virkið, um prísurin verður tann rætti, og umstøðurnar annars vera til vildar - og teir fáa fígging at keypa virkið fyri, og til raksturin.

Men hann leggur afturat, at skulu teir keypa virkið, má meiri arbeiðið til, tí virkið kann ikki liva av at arbeitt verður tveir, tríggjar dagar um vikuna.


Eru varin

Annars sigur hann, at teir, eins og øll onnur, eru sera varin í hesum døgum, tí framtíðin allastaðni er so óviss.

Eitt er, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan fer at banka uppá í nærmastu framtíð við einum lista yvir ES-krøv, sum skulu lúkast.

­ Og tá má so okkurt henda. Antin selur Ny Kreditt, ella gera teir virkið ístand - men tað rokni eg ikki við, teir síggja nakað endamál í.

Afturat tí sigur hann, at teir vita ikki, hvussu verður vorðið við Framtaksgrunninum og Fiskavirking-hóast teir fyrst og fremst mugu hugsa um, hvat tey sjálvi megna, heldur enn um, hvat onnur gera.

­ Eg havi ikki so stóran áhuga í, hvat onnur gera, eg havi meiri enn nokk við okkara egnu viðurskifti.

­ Framtaksgrunnurin er ein politisk loysn og tað er onki at gera uttan at taka tað til eftirtektar. Og tað er ongin, sum kann loysa trupulleikarnar, uttan politikararnir sjálvir.

Harald Eirikstoft sigur, at annað mál er um tey, sum snikkaðu grunnin til, ikki áttu at lisið gongdina betri og innrættað grunnin eftir tí.

­ Skrædlið í fiskivinnuni kann aldrin vera komin óvart á nakran, heldur hann.

Hinvegin heldur hann, at tað hevur stóran týdning at hava eina fiskasølu.