Leikbann fyri at spýta

Her er longdin á leikbanninum hjá KÍ spælaranum

KÍ miðverjin, Ahmed Mujdragic, hevur fingið tveir dystir leikbann, fyri at spýta í dystinum móti B36 í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið.

 

Til ber at siggja umtalaðu hendingina við at trýsta á pílin á myndini

 

Hendingin fór fram longu aftaná eitt korter, tá Ahmed Mujdragic og B36 framherjin Jógvan Skeel Nolsøe fóru í hornatøkum. Tað endar við, at Ahmed Mujdragic endar á vøllinum.

 

Les eisini: Solomál og spýting í Klaksvík

 

Tá hann reisist sæst, at hann spýtur. B36 spælarin er skjótur at gera vart við seg og eftirfylgjandi gevur Petur Reinert dómari beinleiðis reytt kort.

 

Tveir dystir leikbann

Í leiðbeiningini fyri leikbann stendur, at tað at spýta gevur tveir dystir leikbann. Hesar hevur Ahmed Mujdragic so fingið í hesum førinum.

 

Serbiski miðverjin hjá KÍ hevur frammanundan leikbann til dystin í 10. umfari í Effo-deildini móti Skála, tí hann hevur fingið fýra gul kort. Sostatt skal hann sita uttanfyri tríggjar dystir upp í slag.

 

Ahmed Mujdragic sat uttanfyri í gjár, tá KÍ vann 1-0 Skála.

 

Leiðbeiningin um leikbann hjá FSF sigur so:

 

3. LEIKBANN 2 DYSTIR

Verður vanliga givið fyri eitt sindur grovari brot, sum m.a.

- at sparka ella sláa í sambandi við stríð um bóltin

- fyri roynd at sparka ella sláa um bólturin ikki er í spæli, ella um spælið fyrigongur aðrastaðni á vøllinum

- Fyri at nýta sera ljótan munn ímóti dómara (ljót orð, ljótan atburð, vísa fingurin o.l.)

- fyri at spýta

- fyri harðligan atburð mótvegis við- ella mótstøðuleikara.