Leikdagar ásettir

Kappingarnevndin hjá FSF hevur ásett nýggjar leikdagar fyri teir dystirnar, sum ikki eru leiktir vegna verkfallið.
Fyrra hálvfinalan í steypakappingini millum VB og HB í Vági verður leikt mikudagin 5.juni, sum er Grundlógardagin. Seinnu hálvfinalurnar millum B68 og NSÍ og HB og VB verða leiktar hósdagin 13. juni.
Tveir dystir í 2. deild vórðu útsettir seinasta leygardag. Tað var dysturin í Vágunum millum FS Vágar og VB, og dysturin millum B36 og Sumba í Havn. Hesir verða leiktir mánadagin 20. mai, sum er 2. hvítusunnudagin.
Dystirnir í 3. deild millum TB og B68 á Tvøroyri og Royn og B36 í Hvalba verða leiktir leygardagin 18. mai.