Leikpallur Føroya skrivar í hesum døgum út leikritakapping við tí endamáli at eggja til at skriva nútíðar føroyskan dramatikk. Handritini skulu latast inn til Leikpall Føroya í seinasta lagi 15. aug. ár 2000.
Stýrið fyri Leikpall Føroya er samt um, at tørvur er á føroyskum upprunaleikum, bæði leikum, ið lýsa ta skiftandi, fjølbroyttu tíð vit liva í nú, og eisini at í for-tíð okkara eru evni, ið framvegis hava týdning, nú vit fara um eitt nýtt túsundáraskifti.
Vónandi fær hetta tiltak góða undirtøku frá okkara skrivandifólki.
Ein virðisløn upp á 100.000,- kr. verður latin fyri handritið, setta dómsnevndin metir um tað besta. Stýrið fyri Leikpall Føroya hevur sett eina dómsnevnd, ið telur 3 fólk. Í henni sita føroyski leikstjórin Eyðun Johannessen, ið seinastu nógvu árini hevur búð og mest virkað í Danmark, og Vár Jacobsen, dramaturgur. Vár er úr Havn, hevur lisið dramaturgi við universitetið í Århus. Hon hevur arbeitt bæði í Føroyum og Danmark. Í løtuni arbeiðir Vár í Sjónvarpi Føroya. Í dómsnevndini situr eisini íslendski sjónleikarin og Føroyavinurin Helga Hjørvar, komandi stjórin í Norðurlandahúsinum í Føroyum.
Sum íblástur til at fara undir hesa skriving, skipar Leikpallur Føroya saman við Rithøvundafelag Føroya fyri skeiði fyrst í komandi ári í tí at skriva dramatikk. Hetta er undir fyrireiking í løtuni, og lýst verður við hesum tiltaki seinni.
Lýsing um leikritakapping er aðrastaðni í blaðnum í dag.
Leikpallur Føroya,
Tórshavn 26. nov. 1998