Leikurin ?Mín besti vinur? á ferð

Seinastu vikurnar hevur bólkurin Útskalda spælt leikin ?Mín besti vinur? fyri flest øllum børnum í fimta flokki í øllum Føroyum. Leikurin snýr seg um Nikotinu, sum verður lokkað av Abstinensalon at roykja. Hann hevur hug at roykja ?tí at øll hini gera tað?. Tá ið so Nikotina ætlar sær at royna, kemur Smarti Svarti og lokkar hana at blíva við og at roykja ordiliga.

 

Leikurin er bygdur á evnið trýst ? bólkatrýst og verður spældur tvær ferðir til hvørja sýning. Fyrstu fer byrjar Nikotina at roykja. Aðru fer eru áskoðararnir við at hjálpa henni at lata verða við at roykja. Leikurin er sera stuttligur og nógv liggur eftir at hugsa um.

 

Komandi dagarnar verður ?Mín besti vinur? spældur á Giljanesi (12. mai), í Klaksvík(13. mai) á Sandoynni (14. mai) og í Suðuroynni (15. mai). Og tá ið sýningin er liðug í Suðuroynni hava allir fimti flokkar í landinum sæð leikin.

 

At spælt verður fyri fimta flokki er eyðvitað, tí tað er í tí aldrinum, at tey fyrstu børnini royna sigarettir, vísa kanningar.

 

Leikararnir eru Hjálmar Dam, Mariann Hansen. Birita Mohr hevur sett leikin upp og er eisini við til sýningarnar.

 

Tað er Fólkaheilsuráðið ið skipar fyri.