Leingið barnsburðarfarloyvið til eitt ár!

Sum mamma og námsfrøðingur meini eg, at barnsburðarfarloyvið eigur at verða longt til eitt ár, og foreldrini eiga sjálvi at gera av, hvussu tey býta  farloyvistíðina.

 

- ”Tú mást upp góði, tú skalt í vøggustovu.” Eg  rykki og skrykki í 8 mánaðar gamla sonin. Hann skilir sjálvsagt einki, gevur mær eitt bros og vendir reyv.  Eg taki hann upp, skifti á honum og royni at kroysta eitt sindur av greyti niður í hann.  Hann dugir ikki serliga væl at eta og enn minni at drekka. Eg pakki hann væl inn, fari út í oysandi regnið við honum, fyri síðani at fara inn í kalda bilin.

 

Hóast tey eru fitt og professionel í vøggustovuni, kann eg ikki lata vera við at hugsa: ”-hann er alt ov lítil til hetta lívið. Tey kenna hann ikki. Duga tey at lesa hann av, tá hann er tystur, svangur, móður ella tá honum leingist? Hann liggur á gólvinum enn. Fara hini børnini at traðka á hann? Hann kannar enn ”heimin” við munninum og bítur alt og øll, ið fara framvið. Fer hann at bíta hini børnini?  Eri sannførd um, at børn hava best av at vera heima fyrsta árið. Høvdu vit bara havt møguleika at havt hann heima”

 

Orsøkirnar til at eg meini, at foreldrini eiga at vera heima hjá barninum fyrsta árið eru fleiri. Barnið mennist nógv fyrsta árið. Frá so gott sum einki at kunna og duga til árs gomul at samskifta við ljóði, andlitsbrøgdum og kropsmáli. Rulla sær, grulva, sita, spæla, eta og drekka. Tey flestu hava slept bróstinum ella fløskuni, og eru tí ikki eins bundin av at vera nær mammuni alt døgnið.  Um eitt árs aldur reagera børn uppá sítt navn, siga einstøk orð, nøkur ganga framvið, og summi hava eisni slept sær.  Tey eru farin at eta ”vanligan” mat, ið eisini hevur við sær, at tey  sova betur um náttina. Samanumtikið eru tey betur fyri motoriskt at fara út í stóru verð ársgomul heldur enn 6-7 mánaðar gomul, ið føroyska skipanin leggur upp til.

 

Seinastu árini eru tað eisini fleiri og fleiri serfrøðingar, ið meina, at børn undir tvey ára aldur  ikki eiga at ansast av øðrum enn sínum foreldrum. Ein, ið ikki leggur fingrarnar ímillum í kjakinum, er psykologurin Ole Schouenborg. Við bókini ”Velferdsslyngel” hevur hann aftur sett hol á kjakið í Danmark, nær eitt barn eigur at byrja á stovni. Hann meinar, at tað bert eru foreldrini, ið kunnu geva sínum børnum tann tryggleika, ið hevur við sær, at tey fáa eitt gott sjálvsvirði, ið er avgerðandi fyri menningina hjá barninum. Aðrir serfrøðingar vilja vera við, at barnið verður traumatiserað av skilnaðinum frá foreldrunum, og  at stressniveauið á stovni kann hava varandi mein á barnið.

 

Um børn ikki vera traumatiserað og fáa lívlangan skaða av at ganga í vøggustovu, so má eg ásanna, at tað stríður ímóti míni sannføring bæði sum mamma og námsfrøðingur at fara frá átta mánaðar gamla soninum hendan kalda vetrarmorgum í januar.

 

Orsøkin er, at eg veit, at lítli sonur okkara hevur tørv á tryggum og róligum umhvørvi,  umsorgan, nærleika og kærleika. At hava tey um seg , ið kenna hann og hansara tørv best. Hann hevur tørv á at kunna balla seg aftur, um hann ikki  hevur sovið væl um náttina. At fáa bróst frá mammuni, til hann ordiliga hevur lært at eta og drekka og  onkran at styðja seg, til hann er komin at sita.

 

Til tykkum, ið sita við landsins leiðslu. Leingið barnsburðarfarloyvið og gerið tað møguligt hjá foreldrum at velja at vera heima hjá sínum børnum fyrsta árið.  Hetta hevði uttan iva sæst aftur í burðartølunum, fólkatilflyting og ikki minst í nøgdsemiskontuni hjá føroysku familjuni.