Leinkjurnar til Betrideildarsamrøður frá FM1

(FM1) Her eru leinkjurnar til samrøður við umboð fyri tey átta liðini sum spældu dyst í Betrideildini í dag

Seinnapartin segði FM1 frá tveimum Betrideildardystum, og hevði samrøður við umboð fyri tey átta Betrideildarliðini sum spældu dyst í dag.

 

Vit hava leinkjurnar til tær átta samrøðurnar í hesari greinini.

 

Á HESARI LEINKJUNI ber til at hoyra Trónd Arge siga frá teimum trimum málunum, ið komu í dystinum millum B36 og HB, ið B36 vann 2-1. Oddbjørn Joensen var viðmerkjari. Hoyr samrøðurnar FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg og hjálparvenjaran hjá HB, Rasmus Nolsøe.

 

 

Á HESARI LEINKJUNI ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Jákup Martin Joensen og høvuðsvenjaran hjá TB, Zoran Pavlovic aftaná dystin millum liðini sum TB vann 1-0.

 

Á HESARI LEINKJUNI ber til at hoyra samrøðurnar FM1 gjørdi við hjálparvenjarin hjá ÍF, Ólavur Larsen og Jóannes Bjartalíð hjá KÍ aftaná dystin millum liðini sum KÍ vann 3-2.

 

 

Á HESARI LEINKJUNI ber til at hoyra Trónd Arge siga frá sigursmálinum hjá Skála móti AB. Oddbjørn Joensen var viðmerkjari. Hoyr eisini samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við málverjan hjá AB, Heðin Stenberg og høvuðsvenjaran hjá Skála, Eyðun Klakstein.