LÍF-ÍF 0-2 (0-1)
Fyri ikki so nógvum árum síðani taldust liðini bæði millum føstu gestirnar í fyrstu deild. Rákið seinnu árini hevur tó havt við sær, at bestu leikararnir eru rýmdur til onnur feløg at royna seg, og meðan ÍF av og á hevur vitjað í bestu deildini, so hevur LÍF ongantíð megnað at lyft sær, síðani teir í 1988 fluttu niður úr bestu deildini.
Støðan í Leirvík leygardagin bendi heldur ikki á, at tað verður í bræði, at leirvíkingarnir verða aftur at síggja í fyrstu deild.
Yvir ein kamb kann sigast, at tað vóru fuglfirðingar, sum stóðu fyri størsta partinum av undirhaldinum, og hóast teir sjáldan komu til teir heilt stóru málmøguleikarnar, so var tað til tíðir gott fótbóltsspæl frá teirra síðu.
Leirvíkingar royndu hinvegin at dúva mest upp á verjupartin, fyri síðani at seta skjót mótálop í gongd, men rættuliga møguleikar gjørdist talan ongantíð um.
Tað eydnaðist ÍF at leggja seg á odda nakað fyri hávleikssteðgin við einum máli, sum Høgni á Lakjuni stóð fyri.
Hetta hendi, eftir eitt sera gott álop, har Høgni við kvikum eitt-tvey spælið kom leysur ígjøgnum, og hegnisliga lyfti hann bóltin upp um málverjan, tá hesin kom út.
LÍF megnaði ongangíð veruliga at hótta leiðsluna hjá heimaliðnum, og allur spenningurin var so at siga fokin, longu áðrenn ÍF økti um leiðsluna.
Málverjin og verjuspælari hjá leirvíkingum misskiltu hvønn annan, og endin av øllum var, at Ken Bærendsen púra leysur stútaði móti málinum. Bólturin hevði helst kós móti meskunum, men fyri at eingin ivi skuldi vera, kom John Thomsen rennandi, og hann gav bóltinum seinasta skumpið inn um strikuna.
Sum nevnt omanfyri, so var ikki nógv, sum bendi á, at LÍF hevur nakrar bráðfeingis ætlanir um at venda aftur til bestu deildina. Tað má man hinvegin siga, at fuglfirðingarcute;narnir bóltandi út ímóti áskoðarunum, ið sita í skvatlandi gummibátunum í bølamyrkri.
Teir tríggir tónleikararnir leggja út við etniskum jazzi, og flyta seg so yvir í føroysku klassikararnar og spæla millum annað lagið "Í búri", ið hóskar óvanliga væl til høvið.
Áhoyrararnir sita í djúpari tøgn í bátunum, meðan tónleikararnir spæla upp ímóti ekkóinum frá teirra egnum tónum. Aukustikkurin í hellinum er soleiðis vorðin, at ein tóni "hongur" í luftini í eini tíggju ella fimtan sekund. Tí er tað ikki lítið krevjandi hjá tónleikarunum, ið allatíðina mugu fylgja við ekkóinum, ið er ymsikt, alt eftir hvønn veg trombone og hátalarar venda.
Konsertin er sálarsmyrsl av størstu dygd.
Hóast staddur inni í einum á nógvar mátar ræðandi helli í bølamyrkri, so kundi tú ynskt tær at verið verandi her allan dagin, bara so leingi, sum tónleikurin fyltið rúmið. Fyri hvørt lag, ið liðugt er, kemur ivin á teg, men so lætnar aftur, tá næsta lag kemur ekkóandi út úr veggunum.
Men einaferð er liðugt, eftir ein góðan hálvan tíma, og fólk klappa. Konsertin er liðug, og gongd verður sett á motorarnar aftur.
Teir halda ein djúpan basstóna, og meðan áhoyrararnir verða sigldir út, og tónleikaútgerðin verður pakkað saman, spælir trombonin eitt lag í sama duri, sum motorarnir liggja í.
Uppliving til sølu
Komin aftur á Norðlýsið verður siglt ein túr undir fuglabjørgini, og so gongur leiðin til Havnar.
Men hvat - fleiri av ferðafólkunum koma aftur til skiparan og greiða frá, at bilar teirra standa á Gomlurætt.
Tað var annars nettup tað, ið var ætlanin við bussinum fyrr um dagin - at fólk ikki skuldu koma í klemmu av bilum.
Men ferðafólkini eru heppin. Áðrenn tey hava nátt at klaga um vánaliga upplýsing ella hvat tey kunnu finna uppá, hevur Birgir Enni longu tikið bjargingarvestarnar fram aftur, og er farin at toga størra gummibátin fram.
Stutt eftir eru átta fólk og ein skipari á veg inn á Gomlurætt at heinta bilarnar.
Eftir umborð standa tey, ið lítlan tima seinni stevan inn á Havnina við vælhildna bláa skipinum, ið hevur siglt sín seinasta túr hendan dagin.
Í morgin eru aftur tveir túrar á skránni, og tónleikararnir fáa boð um at møta klokkan tíggju.
Jú, Føroyar hava meira enn ein gamlan umskeldaðan múr og annað eygnakrás at bjóða fólki.
Her verða óspiltar upplivingar seldar. At føroyskt tilrættaleggingarhegni eisini er partur av upplivingini, ger hana ikki minni óspilta.