Hóast eingi prógv enn fyriliggja um, at her liggur eitt gamalt víkingaskip, so heldur leitingin kortini fram.
- Einaferð var eitt talvfólk funnið í Qeqetaq, sum varð givið Ingrid, drotning, undir einari kongsvitjan í Grønlandi í 1952. Hildið verður, at talvfólkið hevur sín uppruna í víkingatíðini, og talvfólkið er nú í varðveitslu á tjóðarsavninum í Danmark.
Hetta veit Sermitsiaq at siga, og grønlendska heimasíðan endurgevur Arctic Hub, sum skrivar um forvitnisligu leitingina.
Tað, sum søgan í Grønlandi nú snýr seg um, er, at granskararnir, David Gregory og Andreas Kallmeyer Bloch, nú leita eftir vrakinum av einum møguligum víkingaskipi.
Orsøkin til leitingina, er, at í sjónum út fyri oynna Qeqertaq, nærindis Sarfannguit við Sisimiut, er ymiskt funnið í sandinum í samband við eina byggiverkætlan.
- Tá sandur varð tikin upp til verkætlanina, er nakað av gomlum timbri komið upp við, og líkt kundi verið til, at timbrið stavar frá einum gomlum skipi.
Granskarin, David Gregory, sigur við Sermitsiaq, at nakrar tenn úr roysningi, sum er málaðar reyðar, eisin eru funnar í økinum.
Sagt verður, at ætlanin møguliga hevur verið at selt reyðmálaðu tennirnar á skandinaviska marknaðinum.
- Tí halda granskararnir, at talan kann vera um vrakið av einum víkingaskipi, sum liggur við botnin um hesar leiðir, veit Arctic Hub at siga.
Meira um hetta kann lesast á hesar leinkju - https://www.sermitsiaq.ag/samfund/forskere-undersoger-muligt-skibsvrag-i-qeqqata/2316425










