Millum 80 og 100 fólk eru í lívsvanda eftir eldsbrunan nýggjársaftan í Crans-Montana í Sveis.
Tað upplýsir Stéphane Ganzer, leiðari á trygdardeildini í kantoninum Valais, har Crans-Montana heldur til, skrivar franski miðilin RTL.
Hann ávarar um, at deyðstalið tí kann hækka enn meira.
Umleið 40 fólk doyðu í eldinum, sum kyknaði á barrini Le Constellation í kenda skíðstøðini.
Tað upplýstu sveisisku myndugleikarnir hósdagin. 115 fólk fingu skaða.
Í gjár segði uttanríkisráðharrin í Italia, Antonio Tajani, við miðilin Sky TG24, at 47 vóru deyð. Men sveisisku myndugleikarnir hava enn ikki nevnt eitt nágreiniligt tal av deyðum.
Fleiri altjóða miðlar hava nevnt fyrsta offrið.
Sambært fjølmiðlunum er talan um Emanuele Galeppini, ein ungan italskan golfleikara. Italska golfsambandið hevur eisini sent út eina fráboðan á síni heimasíðu um deyða hansara - tó uttan at nevna eldsbrunan í Sveis.
Ein talsmaður fyri italska uttanríkisráðið sigur við BBC, at felagið ikki kann vátta upplýsingarnar.
Vanlukkan hendi undir nýggjársveitslu umleið klokkan hálvgum eitt á barrini. Enn er ikki greitt, hvør orsøkin var til stóra eldsbrunan.
Tað er eisini ógreitt, hvussu hendingin fór fram júst.
Fyrstu fráboðanirnar vístu, at ein spreinging var undan eldinum, men seinni varð sagt, at eldurin hevði elvt til eina spreinging.
Ákæruvaldið hevur sagt, at einki bendi á, at talan var um álop.
Myndugleikarnir hava boðað frá, at tað fer at taka tíð at eyðmerkja tey, sum lótu lív í eldinum. Eingin tíðarkarmur er givin.
Deyðsvanlukkan verður nevnd ein av størstu sorgarleikunum í landsins søgu.
Nógv av ofrunum vóru tannáringar, og flaggað verður á hálvari stong í Bern næstu dagarnar, upplýsa myndugleikarnir.
/Ritzau/










