Seks dagar eftir at Madeleine McCann hvarv av einum gistingarhúsi í Portugal, helt ein norsk kvinna seg síggja hana á einari bensinstøð í Marokko. Tað var tann 9. mai. Kvinnan, sum var og ferðaðist í Marokko, helt seg síggja ta burturfluttu ensku smágentuna við eina bensinstøð uttan fyri býin Marrakesh. Tað er tó ivasamt, hvussu nógv hetta kann hjálpa myndugleikunum, tí eftir øllum at døma eru tær flestu myndirnar strikaðar í eftirlitstólunum hjá beninstøðini.
Men kanska hevði tann norska kvinnan rætt, tí gentan uttan fyri bensinstøðina í Marrakesh er ikki tað einasta, sum knýtir Marokko at teirri horvnu Madeleine McCann. Í seinastuni hevur bretska løgreglan hjálpt portugisisku myndugleikunum við málinum, og millum annað hava bretar lurtað eftir telefonsamrøðum hjá fólki, sum hava verið undir illgruna.
Í hesum sambandi hevur løgreglan fingið illgruna til ein týskara, sum er nevndur í fleiri av samrøðunum, og í teimum somu samrøðunum verður tosað um eina "ljóshærda gentu", skrivar portugisiska blaðið Corregio da Manha. Alt bendir á, at hesin týskarin er í Marokko, og stór løgreglulið leita nú eftir honum har, skrivar portugisiska blaðið.
Løgregluovastin Olegario Sousa, sum hevur staðið fyri leitingingini eftir teirri horvnu gentuni, líka síðani hon hvarv, váttar fyri blaðnum, at løgreglan hevur stóran áhuga fyri Marokko.