Reiðaríið Varðin hjá gøtuskipunum eigur nøkur tons eftir av makrelkvotuni. Hetta er orsøkin til, at Tróndur í Gøtu og Jupiter í løtuni eftir makreli.
Á heimasiðuni hjá Jóanisi Nielsen verður sagt, at skipini í gjár vóru stødd eystur úr Føroyum.
- Men tá vit frættu frá teimum, vóru Tróndur í Gøtu og Jupiter stødd suður úr Suðuroynni á 60,4N, men tey høvdu ikki rakt við makrel, skrivar heimasíðan.