Leita eftir ársins fyrstuhjálpara

Reyði Krossur í Føroyum ætlar aftur í ár velja ársins fyrstuhjálpara. Í hesum sambandi er felagsskapurin farin at sóknast eftir fólki, sum hava uppborið heiðurin at verða vald til ársins fyrstahjálpari.

Tann, sum verður kosin ?Ársins Fyrstahjálpari 2010?, fær heiðursbræv frá Reyða Krossi Føroya og eina peningagávu, ið Tryggingarfelagið Føroyar letur.

Tann, sum er í uppskoti, skal í farna ári á onkran serligan hátt hava givið kropsliga ella sálarliga fyrstuhjálp, sigur Reyði Krossur.

Endamálið er ikki einans at tilnevna Ársins Fyrstahjálpara. Endamálið er eisini at varpa ljós á týdningin av at duga fyrstuhjálp og at eggja øðrum at læra seg tað, so at fleiri mannalív kunnu bjargast.

Politi, bjargingarfeløg, skaðastovur, brandlið, virki, stovnar og einstaklingar kunnu lata inn uppskot, sum nevndin í Reyða Krossi síðani fer at viðgera.

Serligt oyðublað er sent politistøðunum kring landið og annars fáast tey frá Reyða Krossi og tey skulu vera latin Reyða Krossi aftur í seinasta lagi 31. Januar.

Ætlanin er so at tilnevna Ársins Fyrstahjálpara mikudagin 10. februar.