Leita eftir Ruben og Julian

Í fleiri dagar hevur niðurlendska løgreglan leitað til fánýtis eftir brøðrunum Ruben og Julian, sum hvurvu fyri einari viku síðani, og nú biðja myndugleikarnir altjóða serfrøðingar um hjálp.

Løgreglan hevur leitað, síðani pápi dreingirnar varð funnin deyður í einum skógi seinasta týsdag. Hann hevði verið einsamallur saman við dreingjunum, og tann stóri spurningurin er, hvat hann gjørdi við teir, áðrenn hann tók lívið av sær. Dreingirnir vórðu seinast sæddir við eina benzinstøð mánakvøldið.

Blaðið De Telegraaf skrivar, at niðurlendska løgreglan hevur fingið serfrøðingar úr USA og øðrum londum at hjálpa sær. Keldur siga fyri blaðnum, at pápin hevði lagt eina sera neyva ætlan um, hvussu dreingirnir skuldu hvørva, áðrenn hann beindi fyri sær, og at hann gjørdi tað fyri at gera mammu teirra ilt.

Á myndini eru brøðurnir saman við mammuni.