Í hesum døgum eru heili sjey størv sum kommunulækni leys at søkja til kommulæknaviðtalurnar kring landið. Tað eru fýra læknadømi, sum mangla læknar men ringast fyri eru suðuroyingar, tí har eru fýra kommunulæknastørv.
Í løtuni eru tvey størv sett við føstum lækna, men annar av teimum, Signar Dam á Tvøroyri, hevur sagt seg úr starvið eftir at hava verið lækni í næstan 50 ár. Tá ið hann fer tann 1. mars, er ein kommunilækni eftir í føstum starvi í Suðuroy, og hann er í Vági.
Í Suðuroyar læknadømi eru sostatt trý kommunulæknastørv leys at søkja. Umleið 4.600 fólk eru í læknadøminum og á Tvøroyri verður søkt eftir tveimum læknum, sum fáa umleið 1.300 fólk í part í viðtaluni. Og í Vági verður søkt eftir einum lækna, sum fær eini 1.000 fólk knýtt at viðtaluni.
Í Klaksvík er eitt kommunulæknastarv leyst at søkja. Umleið 6.000 fólk eru í læknadøminum og har eru tveir kommunulæknar í føstum starvi. Starvið, sum er lýst leyst, hevur umleið 1.750 fólk í viðtaluni.
Í Skálafjørðinum eru tvey kommunulæknastørv leys at søkja. Umleið 6.200 fólk eru í læknadøminum, og har hava fýra læknar verið, og tveir av teimum eru í føstum starvi.
Annað starvið, sum er lýst leyst á Skálafjørðinum, er í heilsudeplinum í Runavík við umleið 1.600 fólkum knýtt at viðtaluni. Hitt starvið er fyribils á Strondum, har 1.600 fólk eru knýtt at viðtaluni.
Men Heilsutrygd sigur, at arbeitt verður við at savna læknarnir á Skálafjørðinum í Heilsudepilin í Runavík.
Og síðsta starvið, sum er lýst leyst, er í Vágum, har 3.300 fólk eru í læknadøminum. Har er ein kommunulækni í føstum starvi, og starvið, sum er lýst leyst, er í Miðvági, har 1.650 fólk eru knýtt at viðtaluni.